Útbúgvið føroyingar til møguleikar

2013-08-03 15:49

Í samband við umrøðuna av løgmansrøðuni eri eg endurgivin fyri at siga, at vit hava ov nógvar akademikarar í Føroyum. 


Hetta vil eg ikki hava sitandi á mær og ynski at koma við eini rættleiðing.

Boðskapurin hjá mær var og er framvegis,  at vit eiga at leggja dent á at hava útbúgvingar her heima, sum hóska til okkara samfelag. Vit eiga at eggja og stimbra til útbúgvingar har størv eru til tey ungu eftir lokna útbúgving.  Soleiðis,  at tey ikki  ímóti sínum vilja, eftir loknan lestur,  noyðast uttanlanda at arbeiða, tí ongi arbeiðstilboð eru her. 

Sjálvandi skulu okkara ungu útbúgva seg,  og tey skulu  eisini sjálvi avgera hvørja útbúgving tey ynskja at fara undir.

Sjálvt í Danmark hava politikarar og fjølmiðlar sett spurnartekin við fleiri hægri  útbúgvingar,  um hesar hóska til tað danska samfelagið.  Í Føroyum eiga vit eisini at seta spurnartekin við hetta. 

Eg standi fast við innihaldið í tí sum eg eri endurgivin fyri at siga í fjølmiðlunum, men yvirskriftin (ov nógvir akademikarar í Føroyum) er misvísandi.

Eg krevji, at vit ikki geva okkara ungdómi útbúgvingar, sum taka nógv ár uttan arbeiðsmøguleikar aftaná. Tað er uttan mun til hvør útbúgvingin er.

Ungdómurin skal hava møguleikar. 


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur