Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Út at svimja við Tobba

2020-09-11 15:10

Um vit minnast fýra ár aftur, so skuldu vit øll ’á bláman við Tobba í 2020’. Tað skal ganga ógvuliga skjótt, um hetta lyftið skal halda.

Alt bendir á, at hetta er fyrsta stórmálið, sum nýggja býráðið í Runavíkar Kommunu skal taka støðu til.

Um ársskiftið verður tunnilin skotin ígjøgnum, og hóast bæði kommunan og landið tykjast sova, so eru vit tíbetur íbundin vegakervið, soleiðis at vit verða landafrøðiligt sentrum í Føroyum. Tað er mær óskiljandi, at vit gera ein ’Leirvík’, og enn ikki hava funnið eina haldgóða loysn á ferðsluni umvegis Runavíkina. Tað mugu vit venda aftur til, tí hesaferð ætlaði eg at viðgera hyljaleysu kommununa, fíggjarpolitikk og raðfestingar.

Skálafjørðurin nýtt sentrum, men skal Runavíkar Kommuna byggja til allan fjørðin?

Sum nýtt sentrum í Føroyum haldi eg, at vit saktans kunnu byggja eina flotta nýmótans svimjihøll – um vit hava ráð! Spurningurin er bara, um Runavíkar Kommuna einsamøll skal byggja hetta vatnlandið? Hava vit ráð til so stóra íløgu, nú kommunan frammanundan als ikki er skuldarfrí? Vit bygdu Bylgjuna, soleiðis at øll kring fjørðin kunnu bólta rút. Tað er nokk ikki neyðugt at minna okkum á, at Runavíkar Kommuna hevur hægsta kommunuskattaprosentið kring Skálafjørðin.

Skulu vit hækka ella halda fast um hetta høga skattaprosentið, soleiðis at Runavíkar Kommuna syrgir fyri, at børnini kring fjørðin kunnu gera fimleik og spæla hondbólt, meðan foreldrini sita í einum hitapotti í nýggja vatnlandinum hjá Runavíkar Kommunu? So er ikki løgið, um Nes og Sjóvar Kommuna framhaldandi koma at hava eitt lægri skattaprosent.

Tað serliga við eini svimjihøll, í mun til aðrar íløgur, er høgi rakstrarkostnaðurin. Raksturin í eini 3-4 ár kann gjalda fyri eitt NSÍ-hús; bara til samanberingar. Okkara fíggjarpolitikkur má ikki fara út at svimja, bara tí at Tobbi hevur lovað borgarum at leypa á bláman í ár.

Samanlegging, samstarv ella sundurlyndi?

Tá tað kemur til størri íløgur, so eiga Nes, Sjóvar og Runavíkar Kommuna at snakka saman. Skulu kommunurnar kring fjørðin kanska lyfta í felag, soleiðis at vit kunnu byggja bæði eina svimjihøll og eina innandura multihøll, ið kundi hýst nógvum ítrótti? Eina fullsize høll til frælsan ítrótt, bogaskjóting, fótbólt v.m. alt árið, soleiðis at vit sum øki veruliga flyta okkum fram.

Eg haldi, at Runavíkar Kommuna og Skálafjørðurin skulu tora at hugsa stórt, nú vit fáa ta landafrøðiligu gávu at verða nýtt sentrum í Føroyum. Tað er jú saman, at vit standa sterk. Vit mugu venda aftur til nøkur køld tøl seinni, tí vit vilja sjálvandi øll hava alt, men tað snýr seg um raðfestingar og skynsaman fíggjarpolitikk.

Sonni L. Petersen, valevni á lista A til Runavíkar Býráð