Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

USA er vælkomið í Føroyum. Men vit mugu vera greið um endamálið

2020-05-05 11:25

Tað er ikki fyri okkara skyld, at USA vil hjálpa Føroyum. Endamálið er at keypa sær ávirkan. Men vit skulu vera positiv, tí í mun til Kina er talan um góða ávirkan

Sjúrður Skaale

From now on it's America first. Only America first.

Hetta vóru høvuðsboðini frá Donald Trump, tá hann bleiv settur inn sum amerikanskur forseti. Og henda politiska linjan hevur verið fylgd 100%. Aldrin nakar slingur í valsinum. Tað, sum USA ger, skal gagna USA beinleiðis.

Tá USA nú hevur boðið Grønlandi stuðul uppá góðar 80 milliónir, so er tað ikki fyri at hjálpa Grønlandi. Ein stórur partur av pengunum er markaður til ráðgevarar í sambandi við útvinning av virðismiklum málmi í grønlendsku undirgrundini. Endamálið er púra greitt: USA vil hava ein bita av køkuni.

Hesum er einki løgið í. Kina hevur í áravís vilja staðið fyri rakstrinum av teimum námum, haðani málmurin skal takast. Tað, sum hevur verið løgið er, hvussu passivt USA hevur verið - bæði á hesum øki, og í Arktiska økinum sum heild. Meðan Kina leingi hevur havt eina ógvuliga ambitiøsa strategi um ávirkan í Arktis, so vendi USA undir Obama blinda eyga til.

Hetta er nú broytt. Nú styrkir USA sítt egna arktiska økið í Alaska, og vil eisini hava ávirkan aðrastaðni. Millum annað í Grønlandi - og í Føroyum.

Men USA vil ikki gera sama mistak sum undir kalda krígnum, tá tað einasta grønlendingar og føroyingar sóu til USA var hernaðarflogfør, radarar, soldatar og tílíkt. Hetta skapti illvilja móti USA. Tí vil USA nú eisini nýta "soft power", og styrkja sambandið og samstarvið á øðrum økjum. Soleiðis skal fólkið fáast at taka undir við amerikansku hjáveruni, sum hevur meira strategisk, búskaparlig og hernaðarlig endamál.

Hetta er orsøkin til, at USA letur grønlendingum pengar til eitt nú undirvísing í enskum, og letur upp eitt amerikanskt konsulat í Nuuk.

USA vil ikki hjálpa grønlendingum bara fyri at hjálpa teimum. It's America first.

Góðvarin ráðharri

Tá USA bjóðar føroyingum hjálp at berjast móti korona-smittuni, so er sjálvandi eisini ein egináhugi í tí. Endamálið er, at føroyingar skulu at sýna komandi amerikanskari hjáveru á øðrum økjum vælvild.

Hetta er sólarklárt. Men okkara uttanríkisráðharri dugir ikki at síggja tað. Hann segði við útvarpið, at tað bara snúði seg um eitt ynski um at hjálpa Føroyum. So væl dugdi hann at lesa fólk, segði hann.

Tað kann vera, at Jenis dugir at lesa fólk. Men hann dugir ikki væl at lesa tað, hann skal lesa vegna okkum øll: Altjóða viðurskifti.

Tað sóu vit, tá hann setti Føroyar í alheims brennidepil við síni vitleysu fráboðan um, at vit skuldu hava sendistovu í Jerusalem. Og tað síggja vit aftur nú, tá hann ikki dugir at síggja tann stóra samanhang, sum tilboðið um korona-hjálp er partur av.

It's America first!

Vælkomið

Sjálvur haldi eg ikki nakað galið vera í, at USA rættir hondina fram, sum gjørt verður. Tvørturímóti: Tað er sera positivt!

Tað eru trý stórveldi, sum nú kappast um ávirkan í Arktis. Tvey teirra eru diktatur, sum hava eitt heilt annað virðisgrundarlag enn vit: Russland og Kina.

Tað triðja er eitt demokrati. Vesturheimsins leiðari. Týdningarmesta NATO-landið. Okkara sameindi. USA.

Tað er nógv, vit kunnu finnast at USA fyri. Sera nógv. Og vit eru mong, sum halda lítið um verandi leiðsluna í Washington. Men eitt land og ein skipan er størri enn ein forseti. Og skulu vit velja millum USA, Kina og Russland, so eigur eingin ivi at vera.

Tað er hetta politiska valið, sum skal gerast, tá tað snýr seg um menningina í Arktis.

Tá danska stjórnin steðgaði kinesisku fíggingini av flogvallum í Grønlandi og beyð grønlendska landsstýrinum bílig donsk lán í staðin, var tað eitt politiskt val. Stjórnin var bangin fyri, at kinesiska ávirkanin fór at gerast ov stór, um Grønland bleiv bundið av stórum kinesiskum lánum.

Tann óttin kemur ikki av ongum. Kina hevur fingið nógv at siga í teimum londum í serliga Afrika men eisini Europa, har kinesisk lán hava fíggjað til dømis infrakervið.

Nú hevur Kina eina strategi fyri, hvussu landið kann fáa ávirkan í Arktis. Tað er gjøgnum íløgur í infrakervið. Gjøgnum íløgur í tøkni. Gjøgnum Huawei.

Tað, sum USA nú er farið undir, er eitt mótsvar til hesa kinesisku ætlan.

Vit skulu heilsa svarinum vælkomnum. Men vit mugu skilja hvat tað er fyri spæl, vit eru partur av. USA vil ikki hjálpa bara fyri at hjálpa.

Marshall-hjálp

Money is power, sum tann legendariski formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl hjá Talis, plagdi at siga. Og tað er ikki bara galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Eftir kríggið gjørdi USA heilt astronomiskar íløgur í Europa. Tað nevndist Marshall-ætlanin, og strategiska endamálið var at knýta Vestureuropa at sær og forða fyri, at kommunisman fekk fótafestið.

Europa var í knasi, USA kom við pengum - og fekk ávirkan. Tíbetur.

Nú vilja stór og sterk lond gera íløgur í okkara parti av heiminum. Tey hava ymisk virði, og við teirra íløgum fylgir ávirkan. Vit kunnu ikki velja íløgurnar og velja ávirkanina frá. Og tað kann ikki vera ivi um, hvør ávirkan er betri.

Tað fara uttan iva at koma onnur tilboð frá USA í komandi árum.

Eg haldi, at vit skulu vera positiv. Men vit skulu ikki vera góðvarin.

Statir hava ikki vinir. Statir hava áhugamál.