Ungdómurin skal takast í álvara

2012-10-11 15:01

Ein miðvís ungdómsætlan skal skjótast gjørligt setast í verk í Tórshavnar Kommunu. Ein greið heildarætlan fyri ungdómin, sum ítøkilig ungdómsátøk kunnu grundast á eftir tørvi

Børn og ung eru okkara framtíð, men tað tykir mær, at ov lítið ítøkiligt sæst til hetta í býráðsarbeiðnum. Vit skylda teimum ungu og teirra foreldrum at seta í verk eina miðvísa ungdómsætlan, sum gevur tryggleika og trivnað.

Gamaní hevur Tórshavnar Kommuna tikið einstøk tøk fyri ungdómin, men talan er ofta um lappaloysnir heldur enn umhugsaðar loysnir sum part av eini størri heild.

Klubb 188, ungdómsklubburin í Norðasta Horni og Margarinfabrikkin eru støðini, ungdómurin kann leita sær nøkur kvøld um vikuna og í vikuskiftinum. Men tá vit hugsa um støddina á høvuðsstaðnum og mongu býarpartarnar í Havn, so eiga býráðspolitikarar at rodna, taka í egnan barm og staðfesta, at hetta er ov lítið at bjóða teimum ungu.

Nevndu klubbar eru góð átøk, men fíggingin er ov lítil, og tí kunnu Klubb 188 og ungdómsklubburin í Norðasta Horni ikki hava opið allar dagar. Tískil gerast teir í ov lítlan mun fasta tilhaldsstaðið, sum ungdómurin hevur tørv á. Tørvurin hjá ungdóminum er ikki stýrandi í hesum báðum førunum, og tí verða politiskar lappaloysnir stýrandi. Býráðspolitikarar vita, at tað er gott latín at gera okkurt fyri ungdómin, men teir hava ilt við at seta seg inn í tørvin. Sostatt fáa vit ófullfíggjaðar loysnir á ungdómsøkinum, sum verða fíggjaðar uttan mál og mið.

Rætt skal tó vera rætt. Margarinfabrikkin hevur opið allar dagar og har er eitt blómandi virksemi. Fíggingin er nøktandi, og góð starvsfólk lyfta hvønn dag arbeiðsbyrðuna, sum stendst av at vilja og rúma tey ungu og teirra tørv. Aðrir ungdómsklubbar eiga sjálvsagt at fíggjast og skipast eftir sama leisti innan fyri eina heildarætlan.

Umframt ungdómsklubbar eiga vit eisini at hava mennandi og íverksetandi tiltøk fyri ung. Alt hetta kostar pengar, sum býráðspolitikarar eiga at raðfesta í framtíðini. Vit skulu finna javnvágina ímillum at stuðla teimum ungu, og samstundis gera tey til sjálvstøðugar borgarar. Íverksetan fyri ung kundi t.d. verið ein partur av eini ungdómsætlan.

Eitt ungdómsálit finst onkunstaðni í eini skuffu í Tórshavnar Býráð. Tað sigur eitt sindur um áhugan fyri ungdóminum, sum dagliga hevur nógvar avbjóðingar. Ein munadyggur ungdómspolitikkur í Tórshavnar Kommunu, sum ber við sær, at ungdómurin hevur góð fólk í skipanini at stuðla sær, kann minka um royking, rúsevni og kriminalitet millum tey ungu.

Ungdómurin verður í løtuni sleptur upp á fjall – hann fær ov lítið frá okkum. Tórshavnar Kommuna eigur at seta pengar av til eina ungdómsætlan og ítøkilg ungdómsátøk, sum muna. Eg átaki mær fegin uppgávuna at seta í verk eina heildarætlan fyri ungdómin, og hetta átti at havt áhuga hjá øllum býráðspolitikarum.

Bogi Andreasen, valevni Fólkafloksins til býráðsvalið

 

Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo.