Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ung og sorg.

2012-10-22 22:10

Tað at missa móður ella faðir á ungum árum kennist svárt, og ofta hevur tað nógv álvarsligari fylgjur við sær, enn vit duga at hugsa okkum. Eingin kennir mein í annans bein.

Men tað at missa foreldur snýr seg ikki bara um, at fólk lata lív. Í mongum førum missa børn síni foreldur, tá ið hjún ella pør gera av at fara hvør til sítt. Man sorgin ikki vera nærum líka stór tá, sum tá ið deyðin kemur á gátt? Og munnu tey ikki vera nógv fleiri, ið verða rakt tá?

Okkara skylda sum politikkarar er og verður at taka okkum av øllum landsins og býarins borgarum, smáum sum stórum. Tí eigur ein tilbúgvingarætlan at verða skipað, so at vit kunnu fara út at vegleiða, ráðgeva og veita hjálp, har tað er tiltrongt, ikki bara um deyðin vitjar. Hetta er eisini rákið í londunum uttan um okkum.

Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini.

Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.

Sigrún Mohr, valevni á lista C.