Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ung og heilsa.

2012-10-18 01:11

Nógv verður tosað og skrivað um týðningin av góðari lívsførslu, ikki minst hjá børnum og ungum.

Áhugavert, spennandi og mennandi hevði verið, um Tórhavnar kommuna saman við Fólkaheilsuráðnum, skúlum og stovnum í kommununi tók stig til eina verkætlan, har kannað og síðan kunnað varð um, hvønn týðning góður kostur, rørsla og svøvnur hava fyri heilsuna. Serliga við tí í huga, at nógv børn og ung fáa heilivág fyri m.a tunglyndi, hugsavnan og aðrar sjúkur, ið vit kanska kunnu stýra við sunnari lívsførslu.

Eina sunna framtíð tryggja vit best í einum sunnum likami – og ungdómurin er framtíðin!

Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini.

Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.

Sigrún Mohr, valevni á lista C.