Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Undirtekst á sendingar í Kvf, sjálvandi!

2019-08-12 15:23

Tá vit tosa um atkomuligheit fyri øll, meinast sum oftast við fysiskar rammur. Sum t.d. at bussarnir hjá bygdaleiðum skulu hava lyftir. Atkomuligheit er tó eisini at kunna vera partur av samfelagnum á annan hátt. At kunna lesa, hoyra og síggja tað tilfar, sum verður framleitt til almenningin. Tískil skulu sendingar, framleiddar av almenna kringvarpinum, sjálvandi eisini vera atkomuligar fyri allan almenningin. Hetta við at tær skulu vera undirtekstaðar.

Fyrisovítt er ikki neyðugt at bera brek fyri at hava brúk fyri teksti. Tað kann vera trupult hjá øllum at hoyra hvat verður sagt viðhvørt. Undir umstøðum har tað er larmur, har tað ikki er møguligt at hava ljóðið frá á sjónvarpinum, ella har ljóðkvaliteturin av ymsum orsøkum ikki er nóg góður. At seta undirtekst á hevði hækkað tænastuna hjá KVF til allar brúkararnar, soleiðis at tað, sum verður sent, kemur út til fleiri. Er talan um beinleiðis sendingar, har tað ikki ber til at seta undirtekst á undir framleiðsluni, kann tað koma á til endursendingina.

Fyri ikki so langari tíð síðani, vóru øll lýsingarbløð frá smásøluhandlum í Føroyum á donskum. Tað skuldi vera ov krevjandi at umseta og prenta tey á føroyskum. Men tað vísti seg at bera til, og nú er tað ein sjálvfylgja, at hesi lýsingarbløðini eru á føroyskum.

Tað skal eisini vera ein sjálvfylgja, at sendingar hjá Kringvarpinum hava undirtekst.

Hetta, og onnur átøk til frama fyri atkomuligheit fyri øll, vil eg arbeiða fyri.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Valevni fyri javnaðarflokkin