Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umráðandi at Fólkaflokkurin fær umboð á Fólkating!

2019-06-04 22:15

Nú eru bert fáir tímar til valhølini lata upp og veljarin sleppur at siga sína meining um politisku flokkarnar. Sambært veljarakanningum er sera tætt millum stóru flokkarnar.

Eg vil tí koma við eini inniligari og staðiligari allarsíðstu áheitan á allar føroyingar um at fara á val og velja Fólkaflokkin, ella eitt av valevnum floksins. Ongin má sita heima valdagin, men má fara á val og brúka sín demokratiska rætt.

Fólkaflokkurin er ein frælslyntur flokkur og ynskir at vit skulu taka ábyrgd av okkum sjálvum. Fólkaflokkurin leggur somuleiðis eins stóran dent á fólkaræði og frælsi hins einstaka. Frælsi hins einstaka at smíða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav uttan at blíva revsaður fyri tað.

Føroyingar farið tí á val og veljið ein sterkan, frælslyntan og demokratiskan flokk. Veljið Fólkaflokkin!

Tað er tì sera umráðandi at fólkaflokkurin fær umboð á Fólkating.

Um onkur ynskir at blìva koyrdur til valstaðið, so ringið til eitt av valevnum floksins.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
valevni til fólkatingið