Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umboðsráðsvalið: Viðskiftafólk hjá Betri eiga at kunna frávelja kolvetnisíløgur

2020-09-07 10:23

Eg og Gunhild Dahl Niclassen hava valt at stilla upp til Umboðsráðið hjá Betri við tí eina málinum, at Betri skal taka allar íløgur og skuldarbrøv úr kolvetnisvinnuni.

Um vit sum samfelag skulu koma ávegis til at fylgja málunum í Parísavtaluni, sum er okkara síðsta útkall at halda globalu upphitingina undir 2 gradir celcius, so noyðast vit at koma í gongd. Tað er ikki nøktandi bara seta seg hendur í favn og bíða til SEV hevur sett vindmyllur upp á hvønn tanga. Grøna umleggingin krevur av okkum, at vit eiga at leggja okkara lív um, við t.d. at eta minni kjøt, keypa grønmeti og frukt, sum ikki skulu flytast ov langa leið ella har framleiðslan ikki hevur kravt ov nógv vatn, vit skulu ferðast minni og listin er langur, um man ynskir at liva eitt skynsamt lív í 2020. Eins og vit sum einstaklingar eiga at gera okkara fyri at leggja lívið um, soleiðis mugu vit eisini byrja at vænta, at fyritøkur og fíggjarsamtøk taka lut í hesi stóru og álvarsomu avbjóðing, sum vit eru í.

Tí var tað fyri mær eisini rættiliga náttúrligt, tá ið eg skuldi velja pensiónskassa í Føroyum, at eg spurdi um kolvetnisíløgur vóru roknaðar ímillum tær sokallaðu óetisku íløgurnar, sum mann kann velja frá. Men nei, tað vóru tær ikki. Tá ið tað so frættist, at danski pensiónsgrunnurin Magistre og Psykologer Pension (MPP) í 2018 tók allar sínar íløgur og í 2019 tók øll síni skuldarbrøv úr kolvetnisvinnuni, standi eg spyrjandi. Hví ikki í Føroyum?

Um eg var fríttstillaður at velja ein pensiónskassa, so vildi eg helst sett teir har ið teir ikki vóru við til at oyða jørðina sum vit øll hava í lán frá framtíðar ættarliðum. Men tað eri eg jú ikki sum føroyingur, tí egin pensiónsuppsparing er lógarkravd, tað verður somuleiðis forskatta so tað er ongin møguleiki at seta pening í útlendskan pensiónsgrunn uttan at verða skattaður tvær ferðir. So vit eru sum føroyingar í verandi støðu noydd at leggja eitt lutfall av okkara pensiónsuppsparing í kolvetni. Vit kunnu í veruleikanum ikki gera tað grøna valið.

Tað er greitt fyri mongum, at íløgur í kolvetni halda vinnuna lønsama, tó at vit eru fleiri og fleiri, sum halda, at vit noyðast sum samfeløg at venda kolvetni ryggin. Hetta er sjálvandi ikki tað einasta vit mugu gera, men hetta er eitt týdningarmikið stig á grønu leiðini. Hetta rákið verður kallað "divestment" ella úr-investering. Tó at næstan øll tykjast samd um, at Føroyar høvdu havt gott av at loyst frá kolvetni, so er tað rættiliga hugstoytt, at vit sum privatpersónar í Føroyum, ikki kunnu velja kolvetni frá, í til dømis okkara pensiónsuppsparing.

Tí vil eg inniliga biðja um tykkara atkvøðu til umboðsráðsvalið 8-29 september, tí hvør atkvøða er ein atkvøða fyri, at Betri tekur sínar ognir úr kolvetnisvinnuni. Hvør atkvøða er eitt signal til Betri, at vit sum viðskiftafólk ynskja at síggja nakað annað enn status quo. Út við vanahugsan, kolvetni og boblujakkavirksemi!

Les eisini: Betri kann gera tað betri 

Sjúrður Hammer, PhD