Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um mismun og javnviðgerð

2019-05-14 21:07

Lógaruppskotið um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum hevur - sum heitið sigur - eitt gott endamál.

 

Taka vit uppskotið í síni heild, so tekur Framsókn undir við tí mesta. Men í síni roynd at steðga happing á arbeiðsplássinum, regulerar uppskotið í smálutum samspæl og samskifti millum fólk. Tað er í sær sjálvum ein vandakós, halda vit, at man við lóg fer at skipa tað, sum kemur undir vanligan fólkaskikk.

 

Tað er vert at leggj merki til, at grein 2, stk 6 allýsir happing sum mismun, um munnligur ella likamligur atburður hevur sum avleiðing, at ein persónur kennir seg minni verdan. Sostatt er tað reaktiónin hjá móttakandi persóni, sum sambært lógaruppskotinum er avgerðandi fyri, um ein atburður er happing ella mismunur. Tað er líka mikið, um niðringin er tilætlað ella ikki. Í stuttum merkir tað, at fornermar onkur teg á arbeiðsplássinum, tilætlað ella av óvart, kann viðkomandi sambært uppskotinum dømast fyri happing/mismun. Væl at merkja, um tú hoyrir til ein av teimum í grein 1 nevndu bólkum. Tú ert t.d. ikki vardur av lógini, um tú verður happaður vegna tína útsjónd, skil ella líknandi. Hendan lógin bannar mismuni og happing vegna rasu, húðarlit, átrúnað, trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek, tjóðskaparligan ella fólkaeyðkenniligan uppruna.

Leggjast kann aftrat, at margháttligu forboðini, vit hava hoyrt um, eitt nú úr donksum universitetum fyri at syngja avísan sang, høvdu verið staðfest við hesi lógini.

 

Landsstýrismaðurin skal hava rós fyri, at hava tikið okkara fyrivarni til eftirtektar og sjálvur mælt til at broyta uppskotið soleiðis, at tað er atburður sum hevur sum endamál at vera niðrandi, sum skal bannast. Vónandi fæst undirtøka fyri tí í tinginum. Í Framsókn eru vit sannførd um, at tað er ígjøgnum opið samskifti, vit fáa innlit í og fatan av hugsanum hjá hvør øðrum og harav eisini virðing fyri hvør øðrum. Haraftrat vænta vit, at fólk uppføra seg ordiligt, uttan at tað neyðturviliga er fyriskipað í lóg.

 

Ein heilt onnur avbjóðing hevur verið, at landsstýrismaðurin ikki hevur havt neyðugu tíðina saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, at gera tær broytingar í uppskotinum, sum eru neyðugar. Viðgerðin í rættarnevndini hevur tó givið greiðar ábendingar um, at málið er í eygsjón tí viðvíkjandi.