Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um borgarstjórar og landsstýrisfólk, sum rópa fake news

2020-11-07 16:46

Annika Olsen, Tórbjørn Jacobsen, Gerhard Lognberg. Ivaleyst eru fleiri enn bara hesir sitandi borgarstjórar, sum hava svingað pískin eftir manglandi positivari miðlaumrøðu í kommunuvalstríðnum. Summir hava eisini meira ella minni lagt eftir almennum útsøgnum hjá vanligum borgarum í síni egnu kommunu.

Tendensurin er greiður og trumpianskur: Set spurnartekin við sannleikan og skapa títt egna ekkókamar.

Retoriska rákið við at rópa fake news og at speireka rótfestar institutiónir sum Kringvarp Føroya sæst týðiliga. Tað verður enn meira sjónligt, tá eitt evarska lítið kommunuval í minsta landinum í verðini fellur á somu tíð sum størsta valið í verðini.

Tak til dømis borgarstjóran Anniku Olsen, sum segði, at Kringvarp Føroya luktar langt vekk politiskt, tí tey hava verið og gjørt nøkur harmleys voxpop um kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Hetta er nokk greiðasta dømið. Í veruleikanum vóru nakrir borgarar, sum sóknaðust eftir betri veganeti og betri busssambandi, men reaktiónin hjá Anniku Olsen var altso, at Kringvarp Føroya luktar langt vekk politiskt.

Eitt annað dømi er borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen, sum spurdi, hví Kringvarp Føroya ikki fann eina einastu søgu úr Runavíkar kommunu, sum peikaði positiva vegin. Her var eisini talan um nøkur harmleys voxpop um kommunuvalið við yvirskriftini ”Fólk í Runavík hugsa um ferðsluna”.

Á sama hátt varpaði borgarstjórin Gerhard Lognberg sína ónøgd út um, hví Kringvarp Føroya ikki vísti tað góða úr Skopun. Yvirskriftin til tað innslagið var ”Mentan og frítíð skulu raðfestast í Skopun”.

Hesi trý innsløgini eru ikki avdúkingar um rotinskap ella misnýtslu av skattakrónum í kommununum. Tað er ikki tað, sum borgarstjórarnir eru ónøgdir við. Nei, teir eru ónøgdir við púra óskyldig innsløg, ið snúgva seg um vanligar borgarar, sum siga hvat kann broytast í kommununum.

Í dag meldaði sjálvasti mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, seg á sama leikvøll. Hetta er ráðharrin, sum hevur ábyrgdina av Kringvarpi Føroya. Hann metir ikki, at hann varð siteraður rætt í Degi og Viku, tá hann segði, at hann vildi hava republikanarar at vinna amerikanska valið. Hann segði republikanarar. Ikki Trump. Men Trump er forsetavalevnið hjá republikanarum, og tí skrivar Kringvarpið yvirskriftina: "Jenis vónar at Trump vinnur".

Jenis skrivar á Facebook:

”Hvat heldur tú um slíkt? At byggja eitt innslag í einari tíðindasending upp á sjálvfabrikeraði svar? Hvussu kann mann tað? Er tað ikki slíkt, mann kallar fake news?”

Seinastu árini hava vit øll verið vitni til, at bombastiskar og radikalar útsagnir kunnu føra til vald. Trump er nokk sterkasta og besta dømið um hetta. Tað finst einki sterkari politiskt rák enn tað, sum kemur úr hvítu húsunum í Washington. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú sum føroyskur politikari sær, at onnur fáa vald av at vera uppskakandi og polemisk, so er skjótt at hvessa retorikkin sjálvur.

Tað er júst hetta, sum er rákið. At gera einki til nógv. At gera eina uppteljing til eina svikaliga uppteljing. At gera harmleys voxpop til politiskt propaganda. At gera Kringvarpið til eina samansvørjing.

Onkur vildi sagt, at hetta er bara vanligt politiskt spinn. At vinna dagsskránna hevur altíð verið vegurin til valdið, og øll snildi galda. Men kanska skulu øll snildi ikki góðtakast.

Kanska eru vit á veg burtur frá einum felags grundvølli, har vit eru saman um nakrar institutiónir í einum samfelagi. Kanska velja vit meira og meira at gera okkum sjálvi og okkara meining størri enn institutiónirnar, sum eiga at vera varðar í okkara samfelagi.

Eru vit til dømis ikki saman um og glað fyri, at Kringvarp Føroya hevur spurt um meiningar hjá borgarum í ØLLUM kommunum í Føroyum?

Hvør verður avleiðingin av, at borgarstjórar sjálvir mála myndina av, hvussu teirra kommuna er?

Hvør verður avleiðingin av, at landsstýrisfólk sjálvi mála myndina av førda politikkinum hjá sær sjálvum?

Vit mugu hava eina kjarnu at vera felags um. Tað tykist sum, at politisk virði sum siðiligheit og trúvirði verða skumpað til viks til frama fyri stuttskygd og bombastisk róp, sum minna um fake news rópini í USA.

Tey, sum hava valdið og stjórna okkum borgarum, mugu ganga á odda og vísa respekt.

Um ikki, so er einki sam í orðinum samfelag.

Tá verða vit í størri mun saman, men hvør sær. Í hvør sínari politisku skotgrøv við hvør sínari megafon.

Gott kommunuval.