Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um at koppa sambandsflokkum

2019-02-28 23:24

Um at koppa sambandsflokkum

Veljarakanningar eru altí ð áhugaverdar, og spyr.fo hevði eina kanning fyrr í vikuni, sum vísti, at rættiliga javnt er millum fýra teir størstu flokkarnar, tó at Tjó ðveldi er á fjórðaplássi við 20,21 prosentum 2-3 prosentstig aftan fyri hinar flokkarnar.

Hvussu eftirfarandi kanningarhátturin er, skal eg ikki taka dagar ímillum, men hjá Tjóðveldi er hetta ein áhugaverd kanning samanborið við kanningar undan seinasta fólkatingsvali.

Tá vísti ein kanning tveir mánaðir undan valinum, at Tjóðveldi var 9-10 prosentstig aftan fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Ongin ivi var um, at teir báðir flokkarnir fóru at vinna, hildu tey flestu, men soleiðis gekk ikki.

Tjóðveldi vann fólkatingsvalið í 2015, og hetta komst fyrst og fremst av, at tjóðskaparveljarar savnaðu seg um fullveldisflokkin ímóti tveimum sambandsflokkum.

Hetta verður neyðugt aftur hesaferð, og eg ivist ikki í, at tá krossurin skal setast, reisast fullveldishugaðir veljarar og savnast um Tjóðveldi, so sleppast kann undan, at tvær sambandsrøddir fara á fólkating at køva sjálvbjargnisboðskapin.

Føroyar eru á gáttini til at gerast sjálvbjargnar. Tann gongdin eigur ikki at steðga nú, og tí er umráðandi, at vit tala sjálvbjargnisboðskapin á øllum pallum, eisini á fólkatingi.

Kanningin hjá spyr.fo er ein áminning um, at onki kemur av ongum, og at eitt arbeiði skal gerast. Ivist tó ikki í, at fullveldisfólk megna at hála 2-3 prosentstig inn á sambandsflokkarnar, tá tað eydnaðist at hála 9-10 prosentstig inn á flokkarnar seinast. Vit fara til verka fyri at vinna!

Magni Arge, fólkatingsmaður