Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Tvey oyru og ein munn.....

2012-10-22 04:26

Hesi ráð eigur ein klókur maður, sum herfyri hugleiddi um politikarar. Hann sipaði til, at ein góður politikari skal lurta tvífalt so nógv sum hann skal tosa.

Sum uppstillað meini eg, at tað er sera týdningarmikið, at veljarin fær eina góða lýsing av valevnunum, so veljarin hevur annað enn heitar ballónir at grunda atkvøðuna á. 
Í hesari greinini fari eg at lýsa meg sjálva, politisk sjónarmið og mína áskoðan um tilfeingi.

Um Meg
Eg eiti Bjørg Dam, eri 36 ár og uppvaksin á Argjum.Saman við manninum Høgna Egilstrøð Hansen eiga vit ein drong sum er 4 ár og eina gentu sum er 6 ár. Vit búgva á Ternuryggi í Havn.

Varð útbúgvin Eksportteknikari í 2004 og eri júst farin á Setrið, at nema mær kunnleika um føroyskt mál, mentan og bókmentir. Eisini eri eg sjálvstøðug vinnurekandi og havi millum annað staðið fyri sølu- og marknaðarføring í TUTL í knapt 4 ár. 

Havi íðkað fleiri ítróttargreinar, seinastu árini tó mest flogbólt, svimjing og renning.

Politisk sjónarmið
Tað hevur altíð ligið í kortunum, at eg skal arbeiða fyri einum betri samfelag. Einum samfelagið, sum er rúmligt, liberalt, sosialt, javnrættað, frælst, mentanarríkt og fótar sær sjálvum. 

Tað er eitt satt privilegium at vaksa upp í Føroyum. Av øllum milliardum sálum her á fold, var eg ein út av teimum áleið 500 børnum sum unntist at blíva føroyingur í 1975. Her er fantastiskt at liva og vaksa upp.Men sum útlitini eru í dag, at barnatalið minkar, undirskot er av kvinnum og landspolitikkurin ger ógvuslig inntriv í samfelagsskipanir og høgrasnaring hóttir vælferðina, so er ótryggleikin vaksin.Ein ótryggleiki, sum fær meg at ivast í, um føroyska samfelagið verður kappingarført við grannalondini um børn okkara, um tey fara at lesa her, búseta seg her og um tað unnist mínum barnabørnum, sama privilegium, at blíva føroyingar. 

Eg kann ikki standa og hyggja at.Alt bendir á, at norðurlendska samhaldsfasta vælferðarskipanin er tann besta, fyri at hava eitt gott samfelag. Kanningar staðfesta hetta ár um ár, at íbúgvarnir í norðurlondum eru ímillum teir eydnusamastu í heiminum. 

Føroysk tilfeingið er framtíðin
Mín høvuðsritgerð í føroyskari fyritøku, arbeiði innan tónleikamentan og ferðavinnu seinastu fýra árini hava sannført meg um, at vit hava náttúru-, menniskja- og mentunartilfeingið í ríkiligum nøgdum til at hava eitt vælferðarsamfelag. Ein framsøkin og nýhugsandi menningar- , útbúgvingar- og vinnupolitikkur á kommunalum og lands stigið vildi givið føroyska samfelagnum fleiri inntøkukeldur. 

Ein sterk kommuna sum veitir tryggleika.
Býráðspolitikkurin seinastu tvey valskeiðini hevur til alla lukku verið støðugur og trúverdigur. Vit kenna okkum tryggari, tí vit vita, at borgarstjórin verjir borg. Tað hevur hann víst aftur og aftur tá førdi landspolitikkurin hevur hótt okkara kommunu og vælferð. Føroyar verður ikki eitt betur og tryggari samfelag við, at vit hava ein verri høvuðsstað.
 Tí er tað sera týdningarmikið, at vit fáa ein sterkan Javnaðarflokk í komandi setu.

Eg vil gera sum í kortunum er lagt, við at stilla upp sum mótvekt til skeivu samfelagsgongdina.
Eg vil í býráðið at verja, menna og umboða føroyskt tilfeingið. Tryggja ein yvirskipaðan heilsupolitik og verja barnaøkið.

Ráðini eru skrivaði aftanfyri oyra, tað kundi hent seg, man bleiv politikari. 

Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.dk

Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.