Tvey fet frá marknagilsdeplinum!

2013-03-18 14:24

Samgongan heldur fram við at byggja og útbyggja føroyska samfelagið. Landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har mælt verður til at játta 124 milliónir krónur til Marknagilsdepilin. Tað skal tó sigast, at 60 milliónir kr. eru til innbúgv, meðan hinar 64 milliónirnar eru meirútreiðslur av bygninginum.


Tálma útreiðslunum

Tað finnasta ikki orð fyri, hvussu týdningarmikil skúlin við marknagil er. Bæði fyri vónina hjá næmingunum, sum ganga á miðnámsskúlunum í Tórshavn, men so sanniliga eisini fyri yngra ættarliðið, sum í framtíðini kemur at fáa sín gerandisdag í glæsiliga bygninginum. 

Hetta er ein stór íløga í framtíðina. Í samfelagið. Vit vilja skapa neyðugu umstøðurnar fyri okkara ungdómi, tí tey hava uppiborið nútímans karmar. Tað kann næstan ikki lýsast við orðum.


Hetta er og verður ein alneyðug íløga!


Leingi er tað, ið væl skal vera

Tað er hinvegin eingin loyna, at arbeiðið fekk ein dyggan smeit, tá tað vísti seg, at bílligasta loysnin fyri marknagilsdepilin var 154 milliónir kr. meir enn ætla. Ein smeitur fyri flokkarnar. Ein skelkur fyri skipanina. Eitt stórt vónbrot fyri meg persónliga. Hvussu kundi nakað, sum var so átroðkandi neyðugt dýrka við heili 40 prosentum - úr 391 milliónum kr. upp í 545 milliónir kr. Tað var púrasta óskiljandi!


Hetta kundi hvørki eg ella samgongan góðtaka. Vit kravdu broytingar. Kravdu svar. Vit máttu tálma útreiðslunum, so at bygningurin ikki gjørdist óneyðuga dýrur. Tað er góður politikkur. 

Tíbetur eydnaðist tað landsstýrimanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, saman við landsverki og ráðgevunum at koma við eini loysn. Eini loysn, sum bæði landsstýrismaðurin og landsverk eru nøgd við. Eini loysn, sum ikki kemur at ávirka funktionalitetin ella ásettu krøvini í byggiskránni. 


Tvey fet afturat

Vit eru næstan komin á mál. Næstan. Sambært landsstýrismanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, eru vit bara ein mánaða frá. Spakin kann setast í fyrst í apríl. Um 30 dagar. Samgongan tók fyrsta feti í dag. Vit eru tilreiðar at taka bæði næsta og triðja feti, so marknagilsdepilin verður veruleiki fyrsta skúladag í 2016.


Hanus Samró, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin