Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tunnil í mjørka!

2022-08-26 12:26

Seinasti, og helst týdningarmiklasti tunnilin, í at samanbinda Føroyar, er Suðurtunnilin, sum bindur Skúvoynna og Suðuroynna uppí restina av samhaldsfasta vegakervinum í landinum.

Undirritaði hevur verið við í polittisku telvingini um allar undirsjóvartunlarnar higartil, og harmaljóðini, døpru spádómarnir, og ávaringarnar, eru júst tær somu, sum við undanfarnu undirsjóvartunlum. Tí ræður um at halda polittisk fokus, og at samgongan gevst við mjørkatosinum, men leggur upp til breitt tvørpolitiskt samstarv um Suðurtunnilin.

Fyri mær er polittiska støðan ikki sannførandi. Samgonguprátið um at stovna eitt partafelag við nøkrum millónum, tykist sum eitt neyðaregg, sum skal vinna samgonguni atkvøður, men gevur onga trygd fyri tunlinum í ein sunnan. So mikið átti at verið at lært av tilgongdini við Eysturoyar og Sandoyartunlunum, at breiða polittiska samstarvið, og breiða polittiska semjan millum allar flokkar á Tingi, var meginfortreytin fyri at vit nú skjóttt koyra í Sandoynna eisini.

Sjálvandi rætti eg hondina út til samgonguna í hesum máli, og tað er týdningarmikið at aðrir royndir polittikarar vera við í arbeiðinum. Tí at lyfta føroya nógv størstu byggiætlan, og at gera tað rætt og væl, er ein uppgáva sum krevur royndir, dirvi og polittiskt hegni. Vit rópa ikki ein tunnil til veruleika.

Og sjálvandi skulu vit í so stóran mun sum gjørligt brúka føroyska arbeiðsmegi, bæði á ráðgevarasíðuni og í byggivinnuni.

Tað eru longu nú, fleiri boð um linjuføringar, sum skulu binda Suðurøkið saman við restina av landinum, og tað er frálíkt at landsins góðu knokkar venda øllum møguleikum, fyri at gera Suðurtunnilin, so tryggan, og fíggjarliga realistiskan sum gjørligt. Vit polittikarar skulu leggja eygu og oyru til allar møguligar loysnir, men greitt er at vit hava ikki alla tíð. Taxametrið á Smyrli rennur skjótt, so tí eigur landsstýrismaðurin, ongantíð ov skjótt, at byrja breiða polittiska arbeiðið, við at finna semju um loysn, linjuføring, tíðarætlan og fígging.

Hjá fólkinum, sum bíðar eftir loysnini, er óvissan størsti fíggindin. Vissan um loysnina er alt. Eisini um hon tekur heldur drúgvari tíð.

Nýggja Suðurleiðin, verður eitt vælsignilsi fyri Føroyar, og fer at lyfta Føroyar, sum ein vælvirkandi búskaparliga og vinnulig eind. Og uppá sikt fer samhaldsfasta samferðslukervi, smátt um smátt, at telgja burturav sundurlyndinum í landinum. At almennu Føroyar, samstundis koma at spara einar 60-70 millíonir í rakstrarútreiðslum við Suðurtunlinum, ger ikki polittiska talvið verri.

Sjálvandi skal byggjast við viti og skili, men víðskygni, dirvi og dugnaskapur hava altið verið grundtreytirnar í allari samfelagsmenning. Uppá 20 ár hava vit kollvelt nærum allar fortreytir í føroyska samfelagnum, við at hugsa djarvt og langt. Undirsjóvartunlarnir eru mest lýsandi dømið um tað.

Sum er situr landsstýrismaðurin í samferðslumálum, við kortunum í hondini, men tíðin er avgjørt búgvin til at flyta Suðurtunnilin úr mjørkanum, og út í ljósið.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður