Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Tryggleikin innan Ríkisfelagsskapin

2019-05-28 11:13
Ríkisfelagsskapur - 

Sambandsflokkurin hevur politisku loysnina

Sambandsflokkurin raðfestir vælferð, og heilsuverkið er ein av týdningarmiklastu hornasteinunum í okkara vælferðarsamfelag.

Sambandsflokkurin hevur greitt boðað frá, at vit ynskja at seta í verk viðgerðartrygd til allar Føroyingar.

Um ein persónur blívur sjúkur‚ likamliga ella sálarliga‚ so skal heilsuverkið veita viðgerð innan 30 dagar. Letur tað seg ikki gera at fáa viðgerð innan 30 dagar, mugu sjúklingar sendast niður til Danmarkar.

Ynskiligt hevði verið, at allar viðgerðir kundu verði veittar í Føroyum, men vit mugu ásanna, at tað er ikki gjørligt. Tí er neyðugt at gera raðfestingar, fyri hvørjar sjúku vit kunnu veita viðgerð fyri í Føroyum og hvørjar vit mugu fáa viðgjørdar í Danmark ella aðrastaðni.

Endurmenning (rehabilitering)

Sambandsflokkurin hevur eisini boðað frá, at ein yvirskipað endurmenningarlóg (rehabiliteringlóg) skal gerast, sum eisini skal verða fevnd av viðgerðartygdini. Lógin skal tryggja, at ein yvirskipað tvørfaklig rehabiliteringsætlan verður gjørd, sum skal lýsa ymiska tørvin hjá sjúklinginum. Endamálið er, at ein persónur, eftir førimuni, skal skjótast møguligt gerast virkin aftur í gerandisdegnum.

Eitt samt Løgting hevur samtykt, eitt uppskot sum Sambandsflokkurin legði fyri Løgtingið, at gera eina menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum, so mann kann siga, at arbeiðið er byrjað.

Sjúklingar sleptir uppá fjall

Tá talan er um sjúkur ella skaðar, sum krevja servitan, sum ikki kunnu veitast í Føroyum, verða sjúklingar sendir til Danmark. Men hesir sjúklingar hava ikki somu rættindi, sum eru galdandi innan viðgerðartrygd fyri danskir sjúklingar, sum teir liggja saman við.

Tað eru sjúklingar, sum ikki eru liðugt viðgjørdir í Danmark, sum verða tiknir heim‚ sjálvt um vit í Føroyum ikki kunnu veita spesialiseraða viðgerð, sum tørvur er á. Tað ger, at menningin hjá sjúklinginum steðgar og møguleikin fyri menning versnar.

Dømir eru eisini um, at fólk flyta av landinum, fyri at koma undir donsku viðgerðartrygdina, og soleiðis fáa viðgerðina tey hava fyri neyðini.

Stórur tørvur á rehabilitering

Eg eri oftani blivin spurd um, hvørjir málbólkar talan er um, innan endurmenning. Mítt greiða svar er, at talan er um øll, tvs. børn, ung, vaksin og gomul. Mett verður, at tað eru meira enn 5.000 føroyingar, sum hava ymiskan tørv innan endurmenning - tað veri seg við heilabløðing, blóðtøppi, giktsjúkum, neurologuskum sjúkum sum sclerose, parkenson, krabbamein, diabetes, hjartasjúkur og alzheimer ella við øðrum og ymiskum samansettum diagnosum.

Tað verða eini 10 børn fødd um árið, sum bera brek. Umframt, at tað eru 150 børn og ung um árið, sum verða kannað og fáa viðgerð á barna- og ungdómsdeildini á psykiatriska deplinum, men sum ikki fáa tað teimum tørvar, frá Almannaverkinum og kommununum - serligani í skúlanum.

Sambært Heilafelagnum eru tað 130 fólk um árið, sum verða rakt av skaða í heilanum av bløðing ella blóðpropp. Fleiri hava verið niðri í Danmark og fingið spesialiseraða viðgerð, og hava eina rehabiliteringsætlan við sær úr Danmark, sum lýsir hvørjar viðgerðir og tænastur teimum tørvar. Talan er oftast um ymiskar venjingar og upplæring aftur, so sum talu-og samskiftisvenjing, psykolog, ergo- og fys., búpláss, umlætting, stuðlar og aðrar tænastur fyri at kunna verða virkin í samfelagnum aftur.

Fleiri av hesum fáa ikki tær venjingar teimum tørva, fyri at klára seg í dagligdegnum. Tað sigur seg sjálvt, at so verður ein alt ov stór byrja, sum verður løgd á tey avvarðandi.

Raðfestingar og langtíðarætlan

Tað verður mett, at heilsuverkið hevur brúk fyri eini 300 mió. kr. fyri at lyfta økið upp á sama støðu sum í okkara grannalondum.

Sambandsflokkurin hevur sagt, at kemur flokkurin í landsins leiðslu, so verða 30 mió. kr. settar av til heilsuverkið um árið, í 10 ár, umframt tær framskrivingar, sum eru neyðugar.

Tað er tí alneyðugt, at vit nú fáa staðfest, hvørjar sjúkur og hvussu stórt tal av sjúklingum talan er um, sum kunnu viðgerast í Føroyum, og hvørjar viðgerðir skulu veitast í Danmark ella aðrastaðni.

Tá allirupplýsingar eru tøkir, máein langtíðarætlan gerast‚ soleiðis at teir læknar og heilsustarvsfólk, sum skulu starvast í heilsuverkinum, skulu kunna innrætta sítt familjulív eftir hesum. Sum støðan er í dag‚ eru læknar og heilsurøktarstarvsfólk ovbyrjaði‚ og hava trupult við at innrætta sítt familjulív.

Tað er neyðugt at raðfesta, hvørji viðgerðir vit skulu veita í føroyska heilsuverkinum‚ samstundis mugu avtalur gerast innan Ríkisfelagsskapin um, hvørji serøki, vit kunnu samstarva um og hvørji verða veitt uttanlanda.

Vit mugu kunnu tryggja føroyskum sjúklingum, at teir fáa tað viðgerð, sum serfrøðin metir teir hava tørv á. Eingin føroyingur skal verða noyddur at flyta av landinum fyri at fáa heilsubót, tí viðgerð ikki verður veitt her heima. Tað skulu greiðar avtalur gerast, so øll í Føroyum, sum ikki kunnu fáa viðgerð her heima, kunnu við viðgerðartrygd, fáa hana innan Ríkisfelagsskapin.

Sambandsflokkurin garantur fyri viðgerðartrygd

Bara Sambandsflokkurin ynskir at dagføra og nýtímansgera samstarvið við Danmark.

Okkara dugnaligu læknar og heilsustarvsfólk, skulu hava møguleikar at fáa meira vitan, fyri síðani at veita eina dygdargóða fakliga tænastu á høgum støði, í okkara heilsuverki.

Í einum tryggum Ríkisfelagsskapi kunnu vit eisini veita nøktandi vælferð til allar føroyingar - her er viðgerðartrygdin ein týðandi partur.

Rósa Samuelsen

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið