Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Trygd í útjaðaranum!

2012-10-20 13:53

Eg ynski at bygdafólk í Tórshavnar kommunu kenna seg eins trygg og tey, ið búgva í Tórshavn.

Tí vil eg virka fyri, at kommulæknaskipanin aftur fevnir um møguleikan, at læknin hevur viðtalu á bygd! Í Nólsoy høvdu vit sera góða skipan - tá ið hon virkaði optimalt, skiftust kommunulæknar um at koma til Nólsoyar annan hvønn hósdag.

Tíanverri datt henda skipanin niðurfyri og hevur tað við sær, at tey, ið ikki hætta sær til Havnar, kunnu ganga og dragast við ymiskt, ið heldur átti at verið tikið upp á læknastovuni í Tilhaldinum í Nólsoy.

Harafturat vil eg virka fyri, at tyrlupallur verður gjørdur, at tyrlan undir skipaðum og tryggum umstøðum setir seg á ein ávísan pall, heldur enn at ivast í, hvar best er at seta seg.

Samstundis loyvi eg mær at heita á øll hini í "útjaðaranum" í Tórshavnar kommunu: Kenna tit henda trupulleikan aftur, so send mær eitt teldubræv, at eg kann samskipa eina felags verkætlan.

Jákup av Skarði

Býraðsvalevnið fyri Tjóðveldi