Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Trø eru fantastisk!

2012-11-05 20:23

Vit hava nógv at takka trøunum fyri, tí uttan tey var hesin býurin jú ikki til. Tórshavnar býur er jú fyri tað mesta bygdur úr træ - úr einum ótali av feldum útlendskum skógum, sum hava givið okkum byggitilfar til hús, vit hava droymt um og strevast fyri. Tað mugu vit ikki gloyma.

Trøini minna okkum annars á, at vit eru partur av einari vistskipan, sum andar, livir og doyr. Tey minna okkum á, hvar vit hava fest røtur, og at vit skulu berjast fyri at gera okkum tað liviligt eitt stað, har ódnir støðugt bjóða okkum av. Reint poetiskt so eru vit líkasum trøini; ein sterkur bulur við greinum, sum við lívinum alsamt gerast fleiri. Men bulurin er har, og hann er altíð tann sami.

Og so eru trøini eisini vøkur og skapa hugna. Tey skapa mótsetning til náðileyst betong og asfalt og eru við til at geva býarrúminum skap. Eg fari at virka fyri, at trøini fáa meiri pláss í almenna býarrúminum. Hetta skal sjálvandi gerast við umhugsni og vera partur av heildarætlan.

Tórshavnar Býráð hevur í Umhvørvisvikuni havt eitt átak í skránni, sum kallast "Planta eitt træ", har plantupakkar hava verið útvegaðir borgarum til egið brúk. Eitt átak, har mint verður á at planta eitt træ - lat okkum halda fast í hesum. Vakrari kann tað ikki verða.

X-umhvørvi, X-býarskipan, X-Leivur Thomsen, ein grønur politikkari, listi E

Les meira her: http://www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar