Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Trivnaður og møguleikar á bygd

2012-10-17 04:07

Ein styrkja í Tórshavnar kommunu er, at vit bæði hava høvuðsstaðin og bygdirnar. Alneyðugt er, at vit betra trivnaðin og menna møguleikarnar - og ikki bert taka útjaðaran fram upp undir val.

Við smærru skúlunum kunnu vit tryggja næmingunum breiða viftu innan fólkaskúlaskipanina. Summir næmingar trívast í stórum skúlum og aðrir í smáu skúlunum. Tað liggur í kortunum at smærru skúlanir skulu fevna um innskúling og miðdeild, fyri síðani at flyta til størru skúlarnar í 7. fl. - í framhaldsdeild. Mær dámar væl hetta uppskot, m.a. tí næmingar í 7. fl. fáa nýggjar lærugreinir, ið hóska seg best í serhølum - og við "serlærarum", ið størru skúlar lættari kunnu bjóða.

Fyri at kunna bjóða næmingunum, í innskúling og miðdeild, góð tilboð, er eisini tørvur á tilboðum eftir skúlatíð. Tí er at glaðast um, at vit í Nólsoy hava bæði frítíðarskúla og barna- og ungdómshús. Hetta hevur við sær møguleikar fyri samstarvi millum aldursbólkar, samstundis sum foreldrini trygg kunnu fara til arbeiðis, vitandi at børnini eru í tryggum hondum.

Trivnaðurin í hesum føri verður tí, at næmingarnir støðast undir góðum skúla- og frítíðarvirksemi - og at foreldrum er tryggjað góða farleið til og frá arbeiði.

Men! Nólsoy hevur eisini annað at bjóða borgarunum: Vøggustovu og barnagarð fingu vit í samanleggingini og sjálvsagt hava hesir møguleikar alstóran týdning fyri at foreldur støðast í oynni.

Stóri spurningurin er: Nær verður farið undir útstykkingina eystanfyri og hvørji atliti kunnu takast at ferð kemur á húsasøluna í Nólsoy?

Fevnir útstykkingin eystanfyri til dømis um eina lon við smærri húsum, verða heilt víst fólk í bygdini, ið hava ynski at keypa sær nýtt og smátt, og selja stóru húsini. Men býráðið má seta meira ferð á og bankarnir mugu eisini "spæla við".

Eg vil virka fyri at fólk støðast og fleiri fáa møguleikar at seta búgv, á bygd og í bý.

Jákup av Skarði
Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi