Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Tørvurin á rehabilitering í Føroyum innan heilsuøkið?

2021-05-06 10:49
Heilsupolitikkur - 

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár 5. mai, sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um tørvin á rehabilitering í Føroyum innan heilsuøkið. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á heilsuøkinum árliga, t.d. í 2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini?

2. Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista og hvat slag av sjúkum er talan um?

3. Hvussu er uppgávubýtið millum sjúkrahúsini, t.v.s. hvat slag av rehabilitering er á ymsu sjúkrahúsunum, hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og hvør samskipar verandi rehabiliteringsinnsats?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein depil?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehablitering byggir á ta fortreyt, at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.

Rehabilitering verður umrøtt oftani, men uttan at vit hava nakað neyvt yvirlit yvir, hvør veruliga støðan og tørvurin er á rehabilitering. Harafturat liggur innsatsurin spjaddur kring landið, nøkur økið uppraðfest onnur ikki o.a. Í løtuni sær út til, at játtanir verða stroyddar út til einstøk tilboð og sjúkrahús - uttan neyðugu samskipanina og brúkaran í fokus.

Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi og skyldir hjá borgarunum eru tryggjaði fyri at kunna virka aftur í gerandisdegnum. Skipanin er í løtuni pettað sundur í ymiskar skipanir og tí er ikki gjørligt at gera fullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir. Avleiðingin er, at borgarar, sum gerast álvarsliga sjúkir, detta niðurímillum - fáa ikki nøktandi samskipandi tænastur.

Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur landsstýrismaðurin í almannamálum fingið ein fyrispurning um sama evnið.

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at tað er ikki gjørligt í løtuni neyvt at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt upp á málbólkar, sjúkuslag ella geografiskt, og tað, sum ikki verður skrásett, ber ikki til at stýra. Tað er altavgerandi at vita, hvør tørvurin er og út frá tí skipa okkum best møguligt, geva bestu tænasturnar, kostnaðareffektivt og við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN