Bíligar lestrar íbúður!
Hækka botnfrádráttin!
Barnakekk til barnafamiljurnar!

Tórshavn skal hava eitt Google umhvørvið!

2012-10-30 00:26

 Tað er eingin loyna, at kreativitetur og búskaparvøkstur fylgja væl saman. Bæði tá tað snýr seg um mentan og list, men so sanniliga eisini, tá ið tað kemur til tøkniligan kreativitet. Stórbýir, sum London og San Francisco hava gjørt stórar íløgur í økjum, har forritarar, teldusniðgevar og aðrar líltar fyritøkur, ið takast við KT, fáa umstøður at blóma í. Kommunurnar veita bygningar í East London (eisini nevnt Tech City) og Silicon Valley, so at lítlu fyritøkurnar kunnu leiga sær skrivsovupláss, við øllum neyðugum hentleikum, fyri lítið og lætt.

 

Google umhvørvi

Við at savna kreativitetin saman, kunnu smáu fyritøkurnar gagnýta førleikarnar hjá hvørjum øðrum. Kunnu samstarva og hjálpa hvørjum øðrum í byrjanini. Hetta er eitt mennandi skrivstovuumvørvi, har teknologiski kreativiteturin fær góðar og bíligar umstøður at virka undir.

 

Tórshavnar kommuna hevur fleiri bygningar í býnum, sum ikki verða nýttir á fullgóðan hátt. Hesir bygningar hóska væl til teknologiska kreativitetin, tí vit hava nógvar forritarar, teldu sniðgevar og aðrar lítlar fyritøkur, sum royna at skapa eina tilveru í vinnuni, men hava einki umhvørvið at mennast í.

 

Tískil skulu vit útnytta verandi bygingar, so at vit kunnu fáa ágóðan av teknologiska kreativitetinum. Vit kunnu geva teimum umhvørvið og neyðugu karmarnar, so hesir kreativu heilarnir kunnu blóma í frið.

 

Tað er harafturat vert at hava í huga, at Setrið bjóðar útbúgvingar í KT, og eru tað fleiri av teimum, sum antin hava egna fyritøku ella arbeiða við verkætlanum viðsíðuna av lesnaðinum.

 

Kommunuskúlanum

Hesin bygningurin skal ikki vera ein tilvildarligur bygningur, sum er langt frá býnum, men skal hann vera ein partur av nýggja miðbýnum. Havi áður sagt, at kommunuskúlin skal gerast til lestraríbúðir, so at vit fáa eitt lestrarumhvørvið í býnum.

 

Google kenda umhvørvi skal vera miðskeiðis í Havn og so tætt við gamla kommunuskúlan sum gjørligt. Mítt uppskot er at hann skal vera í nýggja gula bygninginum við kommunuskúlan. Á tann hátt fáa vit eitt dynamiskt og livandi umhvørvið við bæði arbeiðsplássum og íbúðir til lesandi.

 

Ímyndið tykkum lívið og umhvørvið, tá ungdómurin og tøkniligi kreativiteturin sameinast í eitt og sama stað. Ímyndið tykkum dynamikkin, tá ið Tórshavnar kommmunu fær sín egna Tech City ella Silicon Valley, tá Tórshavnar kommuna fær sítt egna Google umhvørvið í hjartanum av høvuðsstaðnum!

 

Tá kemur lív aftur í miðbýin!

 

Rói B. Poulsen

Kommunuvalevni fyri fólkaflokkin