Rúni Sundberg Patursson

Føddur 01 apríl 1983 í Havn.

Uppvaksin í Hoyvík í dag búsitandi í Havn.

Sonur Karl og Eyð Patursson búsitandi í Hoyvík

Unnusta er Joan Kjelnæs, og saman eiga tey trý børn. Rebekka (2005), Sandra (2007)og Eva (2011)

Hevur lokið HH prógv frá Føroya Handilsskúla í 2004.

Fór síðan í læru sum skrivstovufólk hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu og bleiv útlærdur í 2006

Rúni helt fram hjá P/F Poul Michelsen eftir lokna lærutíð, sum sølufólk/sølusamkipari til og við 2010

Millum 2010 og 2012 starvaðist Rúni sum handilsleiðari hjá matvøruhandlinum PE á Heykavegnum 2 í Havn.

Í Juli 2012 var Rúni settur í starv sum søluleiðari innan Retail hjá P/F Poul Michelsen

Rúni er eisini partur av familju fyritøkuni Sp/F Maskinkoyring, har hann er nevndarformaður.

Í frítíðini er Rúni er sera virkin innan hundavenjing, har hann millum annað sjálvur er virkin hundavenjari, kappinga dómari og næstformaður hjá áhugafelagnum Føroya Civila Hundaførarafelag – FCH.

Tórshavn fyri øll

2012-10-15 16:03

 Sannleikin er, at Tórshavn er einasti norðurlendski høvuðsstaðurin har fólkatalið minkar. Umráðandi er við nýhugsan, politikarar mugu taka ábyrgd og raðfesta annarleiðis. Trivnaður er ikki bara asfalt, baðiland, standmyndir og ítróttarhallir. Trivnaður er fíggjarligt frælsi!


Vit mugu fáa familjurnar, at støðast. Framsókn vil hækka barnafrádráttin úr 5.500kr upp í 11.500kr árliga. Hetta er ein hækkan á 500kr í tøkum peningi fyri hvørt barnið um mánaðin. Samstundis skal barnafrádrátturin umskipast sum ein barnakekkur.


Hetta hevur fleiri jalig árin við sær.
    •    Nýtslan hjá barnafamiljum hækkar.
    •    Vinnulívi stimbrast.
    •    Fleiri nýggj arbeiðspláss.
    •    Fleiri skattakrónur í kassan.


Hækkaði barnakekkurin hevur ein kostnað á áleið 28.8 milliónir krónur. Hetta er ein neyðug raðfesting, ið kann gera allan munin hjá barnafamiljunum. Við hesum fáa barnafamiljurnar fíggjarligt frælsi.


Tað er alneyðugt at barnafamiljurnar støðast. Taka vit ikki neyðugu stigini nú, fer fólkatalið í kommununi framhaldandi at minka. Ein høvuðsstaður hevur ábyrgd, Tórshavnar Kommuna skal ganga fremst í herferðini, at steðga fólkafráflytingini úr Føroyum. Hesum vil eg virka fyri.


Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.


Rúni Sundberg Patursson, valevni á listanum hjá Framsókn
Stutt og greið hjartamál.