Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tórshavn - ein altjóða ítróttarhøvuðsstaður

2020-10-18 11:24


Ein íløga í itróttin  er ein íløga í ungdómin, og kemur tí samfelagnum fleirfaldað aftur, tí skal ítrótturin hava størstu raðfesting bæði til elitu og til breidd. Stórar íløgur eru gjørdar hetta valskeiðið í ítróttin, nevnast kann vestursíðan av Tórsvølli, golfvøllurin á Glyvursnesi, nýggj skjótibreyt í  Sandvíkum, dagføringar av ovara vølli og nýggjur langhylur við vælveruøki í Gundadali.

Tað, sum hevur verið serliga umráðandi er, at øll okkara ítróttarannlegg lýka altjóða krøv. Tórshavnar kommuna skal vera altjóða ítróttarhøvuðstaðursum dregur at sær altjóða kappingar innan flest allar ítróttargreinar. Samanspælið millum ítróttin og ferðavinnuna og tænastuvinnuna er eisini sera umráðandi, tí umframt at tað mennir føroysk ítróttarfólk, at altjóða kappingar kunnu haldast í heimligum umhvørvi, so hava hesar kappingar eisini nógv at siga fyri ferðavinnuna, hotelvinnuna og tænastuvinnuna, tí tey ferðandi, ið koma hendan vegin í ítróttarhøpi leggja nógvan pening eftir seg í hesum vinnugeirum. 

Tá vestursiðan av Tórsvølli er liðug til várs, verður Tórsvøllur ein Kat 4 vøllur, og lýkur tá krøvini hjá FIFA. Síðani 2013 hava tingingar verið um golfvøllin á Glyvursnesi. Hesar samráðingar eru nú loksins komnar uppá pláss, og Tórshavnar kommuna kann nú fara undir fyrsta og einasta golfvøllin í landinum. Nógv ferðandi eftirlýsa ein golfvøll í Føroyum, og sambært hagtølum leggja golfferðandi 3,5 ferðir so nógvan pening  eftir seg sum  ein vanligur ferðandi. Ein íløga í golfvøllin kostar í fyrsta lagi 27 mio, har ætlanin eisini er at gera 6 km lendisgøtur kring vøllin, so borgarar kunnu njóta náttúrina á Glyversnesi, antin til gongu, á súklu ella renna.

Skjótibreytin í Sandvíkum hevur verið leingi ávegis, men nú verður ráðgevasáttmáli undirritaður í næstum og farast kann undir eina altjóða skjótibreytini í Sandvíkum, ið fer at hava 3 skjótibanar til Skeet, Trap og Olympisk trap. Um 1- 1 ½ ár kunnu vit halda altjóða skjótikappingar í Føroyum. Ovari vøllur verður í løtuni dagførdur við nýggjum ljósum, soleiðis at europa leaugue kappingar eisini kunnu spælast á ovara vølli. 

Størsta íløgan, ið liggur fyri framman er nýggi “olympiski  langhylurin “ í Havn. Við 10 geilum og við 25 m breidd fer hylurin at flyta føroyska svimjing langt fram á leið, tí her fer at kunna haldast altjóða svimjikappingar sosum Word Cup, EM v.m. Vit hava tryggjað okkum hetta ígjøgnum altjóða svimjisambandi, FINA, har teirra svimjiarkitektur hevur kannað eftir um svimjihylurin fer at lýka hesi krøv. Ein bati vit blivu gjørd varug við, var at gera 10 geilar ístaðin fyri 8, sum samstundis gav hylinum 25 m í breiddini, so skúlaungdómar eisini kunnu hava svimjing í skúlanum í einari góðkendari 25 m longd. Umráðandi var eisini, at hylurin ikki bara bleiv ein kappingarhylur, men at havnaborgarar eisini kunnu njóta góðu umstøðurnar. Tí bleiv hylurin víðkaður við einum  innandura vælveruøki við heitum hyli til rørslutarnað, babysvimjingvatnfimleik v.m umframt ein heitan og ein kaldan uttandura hyl. 

Fleiri aðrar ábøtur eru eisini ávegis so sum nýggjur vøllur  á Argjum við nýggjum ljósum,  umstøðurnar kring Hoyvíksvøllin verða gjørdar, nýggj lopgrøv verður gjørd i Fimi, bogaskjóting skal fáast í tryggar karmar og umstøðurnar hjá frælsum ítrótti skulu betrast. Samráðingar eru við vinnuna um stórhøllina á Stórutjørn, sum uttan iva hevur alstóran týdning fyri høvuðsstaðnum sum altjóða kappingarbý. 

Ìtrótturin hevur alstóran týdning í menningini av okkara ungdómi, og samanspælið millum ítróttin og vinnuna skaparsomuleiðis ein burðardyggan vinnuøkstur. 

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið