Tónleika- og listadepil á Frúutrøð - fyri ongar pengar.

2012-11-02 17:20

Musikkskúlin er nú við at vera veruleiki í Sortudíki og verður tað ein virðilig loysn fyri býin og landið, tí hesin stovnur er fremsta arbeiðspláss hjá okkara tónleikarum, ið stórliga eru við til at seta Havnina á heimskortið.

Tjóðveldi hevur stríðst fyri hesum í Býráðnum og hetta hevur givið úrslit.

Skúlin á Frúutrøð, har ið musikkskúlin húsast nú,  eigur framhaldandi at verða brúktur til líknandi virksemi, eisini tá musikkskúlin flytir út um eini 3-4 ár.

Fleiri orkestur og kór í býnum, sum hava regluligar venjingar, mangla høli til teirra virksemi og til hetta, er skúlin á Frúutrøð upplagdur. Hesin er inrættaður og kann við smærri broytingum, dagin eftir at musikkskúlin er fluttur niðan í Sortudíki,  fáa annað og enn meira lív.

Eg hugsi, at horn- og harmoniorkesturvenjingar, harmonikusamanspæl, kórini í býnum, kvøldskúlatónleikur  og alskyns samstarv millum ymsu listagreinirnar.

Ja, eitt stað, har ið frítíðarvirksemi og lív er frá tíðliga á degi til seint á kvøldi. Vit hava nógvar eldri borgarar, ið kundu hugsast at nýtt hesi høli um dagin.

Ein ørgrynna av øðrum listarligum virksemi er eisini í Havnini og tá læknarnir fara úr lonunum á Frúutrøð, høvdu hesar verið upplagdar at brúkt til listaverkstaðir.

Í einum samskipaðum verkstaði av hesum slag, høvdu listafólk havt møguleika at fingið eitt arbeiðspláss og í listarligum felagsskapi sloppið at arbeitt.  Eisini kundi verið framsýningar av tí, ið skapað varð, so at bygningarnir eisini fáa lív úteftir og til gagns fyri øll.

Loysnin á musikkskúlanum kostar ikki eitt klovið oyra, men skal bara setast í verk og kann byrja dagin eftir, at nýggi musikkskúlin er liðugur.

Hetta er bæði fyri leik og lærd, ung og gomul,  og er talan um hópin av fólki, ið eru við til at skapa trivnað í býnum.

Við smáum broytingum, kundi listafólkið sloppið at byrja virksemi sítt í gomlu læknahølunum.

Hetta skal ikki gerast við nakrari kommunalari, gullrandaðari og kostnaðarmiklari umbygging, men at vit lata listafólkini fara í gongd sjálvi. Soleiðis fær bygningurin sína egnu sál og stuðlar uppundir tað skapandi virksemi, ið skal vera har.

Havnin hevði fingið ein kreativan depil mitt í býnum.

X við Andreu Heindriksdóttir – so hendir nakað J