Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Franskur konsul í Føroyum

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn 2011-2015

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016 Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.12 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Tøkk og áheitan!

2019-08-31 10:23

Góðu veljarar kring landið! Eg eri takksom fyri tey 4 ár, eg varð vald at umboða mítt land og mítt fólk á Føroya løgtingi, og seinastu 5 mánaðirnir sum landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

Eg eri til reiðar at taka fýra ár afturat í fólksins tænastu, og vilt tú síggja meg har, so er atkvøðan einasti vegurin.

Eg havi eitt vakið eyga við øllum landinum og eitt sosialt akker í øllum arbeiðinum. Eg leggi alla mína orku til og alt mítt hjarta í, tá mál skulu loysast:

·        mál um serligan tørv

·        týdningarmikil vinnumál

·        Integratión og føroyskt mál

·        íløgur í list og mentan

·        náttúru- og umvhørvismál

·        átrokandi samferðslumál

·        Heilsumál og fyribyrging

·        Úbúgving og gransking

Eg fari eisini at hugsavna meg um loysnir fyri tey undir 67, sum í dag detta niðurímillum kommunu- og landsmyndugleika, eins og alt mítt arbeiði verður gjørt í ljósinum av, at vit skjótt skulu gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna og valevni fyri Framsókn