Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðveldi kom við Puigdemont

2019-05-29 14:14

Javnaðurin kom við Lykketoft, og nú kemur Sambandið við Lars Løkke. Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á føroyingin og koma við A-liðnum.

Tjóðveldi lat donsku vaskikonuna rinda, tá Arge-maðurin í reinari sjálvsprofilering kom við Puigdemont til Føroya. Danir rindaðu.

Nú er Tjóðveldi í øðini inn á at Sambandi, tá tey koma við Lars Løkke. Danir rinda. Mogens Lykketoft, sum var høvuðsstrategurin aftan fyri frontala og ódámliga álopi á Maritu Petersen, Løgmann í bankabjargingini, bleiv heilt óskiljandi høvuðsnavnið á landsfundi Javnaðarfloksins í vár. Danir rindaðu.

Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á føroyingin og vit bjóða fram A-liðið, sum er sterkasta manningin til Fólkatingsvalið.

Vel føroyskt, vel Fólkaflokkin.

Jørgen Niclasen
Valevni fólkafloksins til fólkatingsvalið