Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tit, ikki vit, gjørdu Trump

2019-11-03 13:20

Tað merkverdiga er, at Trump-hatarnir hava einki lív sjálvir. Teir eru so fikseraðir av, ja, normalt sær sjálvum, men nú manninum, av at láturliggera ein láturligan mann, at teir sjálvir enda sum teir veruliga láturligu.

Hetta er anti-politikkur, sum vil nakað, og sum kom, ikki frá einum óskúlaðum og heilavillum fólkamassa, ikki frá høgravendum lovprísarum og landselskarum, men frá samfelagstoppinum, frá mannminkandi myndugleikum og politikarum, ráðaríkum kvasi-sosialistum, sum hvørki hava nossini ella heilan at sleppa sínum fólki.

Agga Niclasen: meining@meyl.fo
Vit, sum eru seriøs um politikk, at broyta samfelagið, at lata menniskjað sjálvt frígera og intellektualisera seg og tær institutiónir, ið gyrða okkum, vit eiga ikki at gleðast um tað faktum, at verðin hevur Donald Trump sum amerikanskan forseta.
Tað er ókey. Uttanríkispolitiskt frægari enn Obama og Hillary—tí bæði eru nakrir moralskir vingulskøltar og islam-umberandi pjokk. Innanríkispolitiskt nakað tað sama. Kanska verri.
Kortini er tað ikki gott. Tað er ikki gott, tí Trump er definitiónin av anti-politikki. Hann umboðar skrólandi, sálleysar og smalar loysnir uppá samansettar trupulleikar. Og, fyri ikki at tala um, fylabýttar one-leinarar.

Men Trump er har, hann er, ikki tí hann er komin við eini ikonoklastiskari visjón um Amerika og verðina sum heild. Nope. Við kyniskt at útnytta eitt heimsvítt anti-politiskt huglag. Ein demagogur. Ein management-style snildingur, ið fær sum mest burturúr tí máttloysi, fólk føla, tá tey nú um dagar hugsa politikk.
Hann sigur tað, fólk leingast eftir og hava krav uppá “I will listen to you!”
Um hann eginliga ger tað, veit eg ikki, men hann sigur so, sum eitt minimum, at hann tekur stúranina hjá vanligum fólki í álvara. Og hon er... reell.

Altso, ikki av okkum. Men tykkum. Tað er av CV-samlandi idiotum og sirkusliberalum akademikarum, miðalpen við miðalhøvdi, í besta føri, men grunn og sunn, øll endað sum nøkur miðalslig individ, ið fylgja tí, ið nú einaferð er uppi at venda, ósjálvstøðug í verumáta og sannføring.
Hetta so substansleysa og óinteressanta fólkaslag, nøkur mikrostýrandi og betrivitandi um somu tíð, tað er tað, ið hevur skapt máttloysið.

Eg skilji óluksáliga væl, at vanlig fólk eru so ókristiliga troytt av hesum – av hesi avskeplan av málinum, okkara rætti at viðmerkja veruleikan, og frá fillanini av børnum, samleika og virði, til óvanan hjá pc-fólki at taka til sín ‘outsidera’-mentan, sum ikki vil vita av okkara mentan, men samtíðis krevur, at vit virða teirra. “Vit vanvirða tykkum, men tit skulu virða okkum!”
So tá politiski klassin, bodygardaður av penu miðlafjøldini, øtast um Brexit og Trump, um hansara øtandi popularitet, kemur hann til eina heilt skeiva leksiu.

Nógv teirra halda, at hansara framgonga vitnar um eitt fólkaræði, sum í sínum essensi ikki riggar, hvat sæst aftur í tí ódámligu viðferð av teimum, ið eisini stuðla Trump: bíbliuviftandi óflýggjakroppar og byrsukátir húskallar við hvør sínum ónossliga pick-up - ella “a Basket of Deplorables”, sum Hillary Clinton so avdúkandi skírdi sínar medborgarar.
Tað merkverdiga er, at nógv teirra, ið beinleiðis hata Trump, hava einki lív sjálvi. Tey eru so fikseraði av at láturliggera ein láturligan mann, at tey sjálvi enda sum tey veruliga láturligi: ósjálvstøðug neyðardýr blottað fyri reellum interessum.
Hartil lýsa tey Trumpsa stuðlar sum “rasistar” og “primitiv” og annað ikki-so-øgiliga-pent... tá tað einasta tey gera, ja, er at av óvart sjálvi avdúka eina fucking seriu av rasistiskum og ógrundaðum fordómum um fólk, tey vita lítið og einki um. Serstakliga um hvít fátækrafólk í Suðurstatunum og evropearar uttan akademiskt prógv.
Og tað sæst uppaftur meiri týðiligt, tá hesir somu Trump-hatarir vísa á, at aleina tann roynveruleiki, at Trump var kandidatur, prógvar, at tað er skeivt at hava álit á vanligum fólki at skynsamliga røða um politikk og velja forsetavalevni. At taka avgerðir um seg sjálvi, ikki at tala um onnur.

Tó, hin stóri bróðurparturin av tí góða selskabinum, tað veri seg í Amerika ella Evropa, og Føroyar er eingin eftirbátur her!, sum er totalt forfardur av Donald, fara so fúlt skeiv, tá tey fyrst royna, so dánt, at koma við nøkrum analytiskum tankum um tað, ið hendir: hví Trump er so populerur í Amerika.
Nógv teirra síggja hansara framgongd sum prógv um, hvat kann henda, tá vanlig fólk uppliva ov nógv lív í politiska lívinum.
Hetta er hin sama misantropiska fatan millum elitistar, ið hevur fungerað sum ein sentrifugal ímóti allari víðkan av fólkaræði í nýmótans søgu; líka frá amerikansku kollveltingini og tí, sum kom í hølunum á henni, til ta øði, sum stóðst, tá “vanlig konufólk” kravdu atkvøðurætt tíðliga í 20. øld.
Tá helt ráðandi klassin, eisini tá myndugleikar og talentleysir ráðgevar, at konufólk ikki maktaðu hetta við at “forma úrtøkilig hugskot”.

So handa analysan er eins grunn og Hoyvíkstjørn. Og hon er blivin ordiliga grunn. Og skeiv. Trump-fenomenið vísir, ikki at Amerika og vesturheimurin eru “ov fólkaræðislig”. Nei, tað vísir, at Amerika og vesturheimurin ikki eru í námind av at vera “nóg fólkaræðislig”.
Trumpsa frambrot og tað, vit uppliva í Bretlandi, har tey ráðandi sýta fyri at gera tað, fólkið atkvøddi fyri, at taka landið úr ES,  er eitt úrslit av eini fólkaræðisligari kreppu, eini smikursøtari og útholaðari útgávu av fólkaræði.
Fólkaræði er ikki bert um at greiða atkvøðu, men er um innihald, um tyngd, um ábyrgjan, um kjak, um víðopið og medvitsvíðkandi kjak, um passión, um at massin sleppur at gera av, hvussu hansara framtíðarsamfelag skal síggja út—óansæð hvussu ósiviliserað og ómodernað og óvísindasligt tað er.

Og effinett henda atgonga til politikk er í følnan. Hevur tað leingi, og hevur tí einki við Trump og hansara hár ella óhipstarasligar dúdar, Larry ella Raymond, at gera. Atgongan hevur tó alt við politiska miðlaklassan og aðaramáta hasi, sum finnast mest at honum, við tykkum!, at gera.
Fólkaræði, tá vit kanna tí veruliga vekt, veruligan sannleika, ikki bloody persónligan sannleika og konufólkasligt kensluporno, tá vit kanna tí veruligt kjak um viðurskifti, um hvussu samfelagið skal skipast, ja, tað er vorðið avloyst av einum ótolandi og óábyrgjandi teknokratii; eini tsunami av ekspert-klikum og einum dómsvaldi, jura og mannagongdum, ið fullvegis misforstaðið er farið at halda, at tað trumfar moralsk og politisk mál.

Hartil hatta kvørkratakið, statsstuðlaðir felagsskapir eru farnir at hava á okkara privata gerandisdegi. Sært tú, hetta er anti-politikkur, sum vil nakað, og sum kom, ikki frá einum óskúlaðum og heilavillum fólkamassa, ikki frá høgravendum lovprísarum og landselskarum, men frá samfelagstoppinum, frá mannminkandi myndugleikum og politikarum, ráðaríkum kvasi-sosialistum, sum hvørki hava nossini ella heilan at sleppa sínum fólki.
Anti-Trump mannamúgvan, sirkusliberalistarnir!, hava rætt og slætt ikki fangað tað enn: at nútímans anti-politiska huglag er tað, Trump baðar seg í.

Tey hava skift fundamentalar sannføringar og gedigent skynsemi út við eina smala, pseudo-vísindaliga empiri-trúgv, demokrati út við teknokrati, revolutiónir út við bindiklubbar, snapsar út við smoothies, endaprodukt út við prosessir, eksploderandi kjak út við drekkamunsrealismu, væntan út við samkenslu, brekað út við mentalt avbjóðað megdarfólk og, at enda, sansaloysi og litinskap út við danska bloody hyggu og toleransu.
Tí Trump!