Tinghúsið á Hjalla verjir umhvørvið

2012-10-17 18:28

Umhvørvið verður høgt raðfest í Tórshavnar kommunu. Í 2008 fóru vit í skipað samstarv við Dugna við tí endamálið at minka um nøgdirnar av burturkasti og endurnýta sum mest í kommununi.

Fyrsta stig var at seta á stovn endurnýtsluhandilin “Tinghúsið á Hjalla”, sum lat upp í umhvørvisvikuni 2008. Kommunan letur hølini til handilin og pláss til bingjuna, har fólk kunna lata vørur til endurnýtsluhandilin.
Síðani handilin lat upp, eru umleið 1000 tons av vøru farin av Brennistøðini til handilin.
Í løtuni koyrir ein royndarverkætlan har fólka frá Dugna skilja teldur sundur fyri at sleppa undan óneyðugum flutningi og eyka kostnaði fyri burturbeining hjá Kommunukemi í Danmark.
Nú verður tað brent, sum kann brennast í Føroyum. Og metall-lutirnir verða skyldir, soleiðis at tað, sum kann verða endurnýtt, verður endurnýtt.
Tað starvast fimm fyritíðarpensionistar og eitt starvsfólk í Tinghúsinum á Hjalla. Peningurin, sum kemur inn fyri søluna, fer til arbeiðið hjá Dugna. Altso til at hjálpa fólki við førleikamenning. Eg vil framvegis virka fyri øktari endurnýtslu býnum og umhvørvinum at frama.

Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu.