Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Fróðskaparsetur Føroya.

Bjarni var formaður fyri Framsøkin Ung frá august 2014 til juni 2016

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

TÍN ÆTTARTALVA GER TEG IKKI TIL HAVNARFÓLK. TÍNI VIRÐIR GERA!

2020-11-10 09:22

Í dag skulu vit velja eitt nýtt býráð. Eg haldi at tað verður tosað ov nógv um, hvørt tað skal vera Annika ella Heðin, og um viðkomandi er heilt, hálvt ella fjórðings havnafólk. Vit, sum hava valt at búgva her og virka her, eru havnafólk. Vit, sum vilja okkurt við hendan býin, eru havnafólk. Vit, sum gera sjálvboðið arbeiði, eru havnafólk. Vit, sum tola aðrar heimsmyndir, lívsáskoðanir og virðir, eru havnafólk. Vit, sum halda, at havnin skal vera fyri øll, eru havnafólk.

Øll í kommununi eru havnafólk, tí tað at vera havnafólk er ikki hvussu nógv ár, tú hevur búð her, hvørt tú sigur nei ella noy, ella um tú ert føddur á Ríkishospitalinum ella á Landssjúkrahúsinum.
At vera havnafólk er ein spurningur um at hava tey røttu virðini. Og tey haldi eg, at eg havi.
Eg vil bøta um tær grundleggjandi tænasturnar, sum borgarin eigur at fáa. Vit skulu seta av til kjarnuvælferðina, infrakervið og viðlíkahaldið. Tað sum bara SKAL rigga!
Samstundis skulu vit hyggja 50 ár fram í tíðina. Vit skulu ikki kappast við Runavíkar Kommunu um grót, ella Klaksvíkar Kommunu um fisk. Vit skulu síggja Tórshavnar Kommunu í kapping við Oslo, Stokkhólm, Keypmannahavn og Edinburgh. Kappingin um okkara ungu, tað at vera fremst í menningini. Kappast um tað menniskjasliga tilfeingið. Vit skulu vera ein miðstaður í heimsflokki, ein miðdepil í norðuratlantshavi, ein viti og vegvísari fyri onnur.
við blómandi vinnulívi, strimbrandi mentanarlívi, ein virknan bý og ungdóm og har okkara eldru trívast.
Hugsið um hetta, tá ið tit seta krossin í morgin!
Gott val!
Bjarni K. Petersen
Býráðsvalevni í Tórshavnar Kommunu