Tilhaldini fáa meira pengar næsta ár

2012-11-02 17:25

Tað er at fegnast um, at Tórshavnar Býráð játtar tilhaldunum í Havn, Nólsoy og Kollafirði fleiri pengar á fíggjarætlanini fyri 2013. Býráðið samtykti hetta, tá fíggjarætlanin var til fyrstu viðgerð í kvøld

 

Tilhaldini í Tórshavnar Kommunu fáa meira pengar at arbeiða við næsta ár.

 

Býráðið samtykti í kvøld við 1. viðgerð av fíggjarætlanini at lata tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn 400.000 krónur meira í næsta ár. Tilhaldini í Nólsoy og Kollafirði fáa ávikavist 50.000 krónur og 50.000 krónur meira at virka fyri í 2013.

 

Talan er um munandi hækkingar, sum bæði geva rúm fyri umvælingum og øktum virksemi – so sum fleiri tiltøkum fyri okkara eldru borgarum.

 

Eg fegnist stórliga um, at tað eydnaðist okkum at fáa eitt samt býráð at hækka játtanirnar til tilhaldini. Tað verður gjørt við virðing fyri teimum eldru, og tí at tað skal vera gott at eldast í Tórshavnar Kommunu.

 

Samtyktin í kvøld er eftir mínum tykki bert eitt fyrsta stig á leiðini at menna hendan partin av eldraøkinum. Tilhaldini skulu komandi árini geva eldru ættarliðunum alsamt meira innihald í teirra gerandisdegi í høvuðsstaðnum.

 

Tað skal kennast fjálgt at eldast íTórshavnar Kommunu.

 

Vinalig heilsan

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri