Eg eri 19 ára gamal, og stilli upp til Løgtingsvalið 2019 fyri Framsókn.

Eg búgvi og eri uppvaksin í Havn. Eg gangi í løtuni á búskaparbreytini á Glasi.

Míni hjartamál eru:
At avtaka Rúsdrekkasølu Landsins.

At føra ein liberalan umhvørvispolitikk.

At endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.

At Føroyar skulu umboða sær sjálvar í altjóða høpi.


Tíðarhóskandi Strandferðsla

2019-08-22 16:10

Ein ætlan má gerast fyri at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni

Nógv av teimum núverandi skipunum eru als ikki tíðarhóskandi. Eitt nýtt avloysaraskip verður bygt í løtuni, og tað er gleðiligt, men vit kunnu ikki blíva við, at brúka gomul skip frá 70’inum.

Sum partur av tí grønu umleggingini, er tað upplagt, at vit gera íløgur í nýggj og grøn skip. Eisini er tað týdningarmikið, at hesi skip eru egnaði til fólk við rørslutarni, sum í dag ofta hava trupulleikar, tá tey skulu ferðast við almennum flutningi. Grannalond okkara, sum Danmark og Noreg, eru longu væl á veg at skifta tey gomlu skipini út við nýggjum grønari skipum.

Nýggj og meiri álítandi skip gera, at tey sum búgva á útoyggj eisini merkja framburðin í Føroyum. Eitt álítandi ferðasamband er ein fyritreyt fyri, at tað framvegis fara at búgva fólk á teimum leysu oyggjunum, og at tey kunnu virka har eins og væl, sum alla aðrastaðnis í Føroyum.

Jógvan Fríði Tróndarson, valevnið hjá Framsøkin Ung