Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

The Danish Colonial Office

2022-06-27 13:44

Frá 1768 hevði Stóra Bretland eitt aðalráð, ið var nevnt "the Colonial Office", ið hevði fleiri av hjáveldunum hjá Stóra Bretland undir umsiting. Hetta aðalráð var, tá ið mann ásannaði hvussu moralskt skeivt tað var at hava hjálond undir seg, og viðgekk at fólk høvdu rætt til sjálvræði, samstundis sum hjálondini fingu fullveldi miðskeiðis í 20. øld, endaliga avtikið í 1966.

Nú ætla teir konservativu - systurflokkurin hjá Fólkaflokkinum - at skipa eitt tílíkt ráð fyri Føroyar og Grønland.

Tað skelkar meg ikki at De Konservative koma við einum slíkum uppskoti. Fleiri teirra hava flirtað við nýkolonialismu í fleiri áratíggju, og vildu flestu teirra uttan iva heldur liva í eitt Danmark, sum enn hevði Vestindisku Oyggjarnar undir seg.

Men tað sum veruliga skelkaði meg, var at hoyra løgmann til døgurðatíðindini bjóða uppskotinum vælkomið. Danmark skal altso hava eitt ministerium, sum burtur av tekur sær av at umsita Føroyar og Grønland. Eitt nýtt "Colonial Office" fyri danska ríkið.

Sambandsfólk siga ofta, at vit mugu koma víðari frá at tosa um hjálandaveldi og kolonialt vald, tí tað hoyrir farnari tíð til. Tað havi eg fyrr veri rættiliga samdur í. Men nú er tað vorðið viðkomandi aftur, tí nú ætlar mann at endurtaka mistøkini úr fortíðini.

Vanligt er, at løgmaður og landsstýrið samskiftir við stjórnina og aðalráðini í Danmark. Nú verður landsstýrið eftir øllum at døma lagt undir einum donskum aðalráði, júst sum í amtstíðini.

Orsaka meg, men hvar eru vit áveg? Hví hava vit ein løgmann, sum er so undirbrotligur, at hann vil hava Danmark at stovna eitt aðalráð, sum skal fyrisita Føroyar og Grønland? Eru vit veruliga ikki komin longur enn so?

Eg havi roynt at rópt varskó í fleiri ár, men mann fær bara at vita, at mann sær trøll á alljósum degi. Men fyri meg er tað púra greitt, at vit verða spakuliga men støðugt sovsaði inn aftur í tað danska kongaríkið sum ein provinsur í norðuratlantshavi.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður