Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Tey bleytu í ferðsluni

2016-10-16 04:07

Komandi valskeið verður koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin. Bilasølan slær met ársfjórðing eftir ársfjórðing og bilaferðslan bara veksur og veksur. 

Umhvørvið og likamið hevur betur av, at vit brúka apostlarnar - tvs. beinini. Tí skula vit áhaldandi útbyggja sera góða gøtukervi m.a. við Svartafoss og í Hoyvíkshaganum og súkklubreytirnar. 

Kommunan skal gera tað lættari at velja bilin frá við fleiri átøkum: 

- Bussleiðin skal koyra hvønn dag, allan dagin.
- Fleiri súkklubreytir
- Súklur kunna við í bussin, tá pláss er! 
- Fleiri gøtur og ljós á gøturnar. 

Trygdin hjá børnum, súkklum og gongufólkum skal raðfestast hægst, og tí skal alt vegakervið í kommununi tillagast okkara bleytu í ferðsluni. 

Nógv gott er gjørt, og nógv er eftir.

Kom við okkum til 2020.

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Bjørg Dam