Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ternan SKAL SJÁLVSAGT sigla til Nólsoyar

2021-04-23 16:53

Nú ber av!

SSL hevur lagt tíðindi út, ið eru til stóran skaða fyri arbeiðsfólk, handilslív og ferðafólk til Nólsoyar!

"Galdandi fyri tíðarskeiðið, har Erla Kongsdóttir avloysir Ternuna, sum skal avloysa á leið 60 og 56, frá mai til juli 2021. Eftir ætlan, fer Erla Kongsdóttir aftur at avloysa á Nólsoyarleiðini, tá ið Ternan fer at avloysa Teistin og Sam, sum skulu til kravda klassing og eftirlit í mai – juli 2021."

Ternan er eykaskip, ið eigur at røkja farleiðina millum Nólsoy og Havnina!

Erla Kongsdóttir er eyka-eykaskip, ið SSL hevur lýst kann avloysa Á ØLLUM LEIÐUM! Tí skal Erla Kongsdóttir sjálvsagt setast inn fyri SAM, tá ið SAM skal á beding/klassing!

Her verður einki sum helst skil á í summar, við farmi, ruski og olju, um Hasfjord skal sigla av og á.

Nólsoyingar mugu krevja Ternuna og ikki lata seg lumpa av fyrigyklingum frá SSL um eyka túrar, ið ikki koma upp á tal allíkavæl - vegna hvílitíðir.

Jákup av Skarði