Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tekur landsstýrið ikki Jenis av Rana í álvara?

2020-07-05 08:43

 Sambært Edmundi Joensen hevur restin av landsstýrinum tikið Jerusalem-ætlanina hjá Jenisi av borðinum. Um tað passar, er tað pínligt. Um tað ikki passar, er tað ábyrgdarleyst

Sjúrður Skaale

Undir stórum orðaskifti á fólkatingi í farnu viku setti Karsten Hønge úr flokkinum SF Edmundi Joensen ein áhugavedan spurning, eftir at Edmund í síni talu hevði sagt, at øll trý londini í ríkisfelagsskapinum skuldu hava felags politiska kós mótvegis stórveldunum.

Hønge spurdi, hvussu hetta hekk saman við, at Jenis av Rana heldur uppá, at føroyska umboðsstovan í Ísrael skal vera í Jerusalem, tá øll onnur lond uttan USA og Guatemala hava sínar ambassadur í Tel Aviv. SF'arin spurdi um orsøkina til, at Føroyar í hesum máli velja eina aðra kós í mun til stórveldini enn restin av ríkinum.

Svarið hjá Edmundi fekk fólkatingslimir at rista gapandi við høvdinum. Tað var nevniliga soljóðandi:

"Tað týdningarmesta er, at landsstýrið hevur ein politikk, sum gongur út uppá at stovna eina ambassadu í Tel Aviv. Tað at ein ráðharri gongur við egnum tonkum gevur sjálvandi ekkó ymsastaðni, men tað avgerandi er hvat landsstýrið og løgtingið ætla. Og tað er at stovna eina ambassadu í Tel Aviv. Ikki í Jerusalem."

Boðini frá fólkatingsmanni Sambandsfloksins vóru altso, at føroyski uttanríkisráðharrin als ikki skal takast í álvara. At tað, hann sigur, ongan týdning hevur.

Pínligt ella ábyrgdarleyst

Um hetta veruliga passar, setir tað allar partar í sera ringt ljós.

Fyri Jenis er tað eyðmýkjandi, at hann sum ráðharri ikki verður tikin fyri fult inni í sjálvum Tinganesi. At hann verður sæddur sum eitt barn, sum kann siga ymist býtt ið ikki skal takast í álvara, tí tað kortini eru tey vaksnu, sum ráða.

Fyri løgmann er tað pínligt at hava so lítið skil á Jenisi, at landsstýrismaðurin gongur og boðar øllum heiminum frá nøkrum, sum als ikki passar.

Fyri Edmund Joensen er tað mannminkandi at muga standa á fólkatingsins talarastóli og boða frá, at kommandolinjurnar í Tinganesi eru ein stór fløkja, og at eingin stýring er á.

Um tað, Edmund segði, hinvegin IKKI passar, er støðan enn verri. Tí so ætlar landsstýrið framvegis at lata upp sendistovu í Jerusalem, tveita Føroyar mitt inn í eitt blóðugt stríð, og seta føroyingar í vanda. Tað er ófatiliga ábyrgdarleyst. (At Edmund so segði ósatt fyri fólkatinginum hevur lítlan týdning í hesum høpi).

Kanska løgmaður kundi greitt føroyingum – og umheiminum – frá, hvar málið stendur.