Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tann fríi marknaðurin

2019-09-13 17:45

Undir hesum valstríðnum fekk eg møguleikan at hoyra Javnaðarflokkin live fleiri ferðir til pallborðsfundir. Tað er ikki tespiligt at vera til staðar, serliga um tað eru nógv ung fólk til staðar. Bæði í Reinsarínum og á Glasi dugdu valevnini sera væl at byggja upp eitt kensluborið argument um teir óndu kapitalistarnar, ið vildu ræna tilfeingið frá fólkinum. Ikki er neyðugt at siga, at hesar talur endaðu við stórum klappsalvum, so tað rungaði eftir í.

Man var nokk ósamdur við eini rúgvu, men eitt, sum eg beit merki í, var at Rigmor Dam (C) tosaði fleiri ferðir um at tann fríi marknaðurin var ikki góður, hann mátti stýrast og regulerast, tí annars var deyðin í durunum og fólkið stóð fyri hóttafalli.

Í mínum hugaheimi er tann fríi marknaðurin nakað vakurt og natúrligt, sum ikki skal tjóðrast, tí so følnar tað. Kanska við at skriva nøkur orð um hetta evnið kann Rigmor ella onkur annar fáa betri tankar um tann fría marknaðin.

Fyri at síggja tann fría marknaðin má ein hyggja eftir meira enn bert tí, sum er at síggja á yvirflatuni. Tak dømið um rósuna. Kendi fysikarin Richard Feynman, ið var ein stuttligur maður, ið dugdi væl at samskifta dugdi væl at seta orð á. Her er eitt lítið brot, har hann tosar um at rósan er so nógv meira enn bara vøkur uttaná.

Í fría marknaðinum liggur so nógv meira, nemliga menniskju sum frívilliga handla við hvønn annan. Í hesum storminum av interaktiónum og transaktiónum hendir so nógv, sum politisk toppstýring ongantíð klárar at eftirlíkna.

Kapitalisma og fríi marknaður

Navnið sum oftani verur nýtt um frían marknað er “kapitalisma”. Á mangan hátt er hetta eitt villeiðandi orð, ið ikki eigur at vera nýtt. Fyrst er at siga at orðið er uppfunnið av fíggindanum hjá fría marknaðinum, Karl Marx. Kapitalisma er ikki ein -isma. Tað er ikki ein filosofi, men bara ótarnaður búskapur.

Tú kann fara á matstovu at keypa tær eta, ella á sølumiðstøðina og gera mat heima, ella heysta tína egnu føði í havanum og klárgera hana sjálvur, til hon er á døðugratallerkinum. Allir hesir mátarnir eru líka “kapitalistiskir”. Teir allýsa ikki kapitalismu, men eru bert nakrir av fleiri møguleikum at gera tingini uppá, tá ið myndugleikarnir ikki avmarka tær møguleikarnar.

Nógv fólk grundgeva við at kapitalisma er ikki nøktandi moralskt, men tað er sum at siga at støddfrøði ikki inniheldur sunnar vitaminir. Alt kann fella í óviðkomandi samanberingum.

Teir tveir mátarnir til vælferð

Lionel Robbins er kendur fyri sína lýsing av búskapi:

Búskapur er fordeiling av avmarkaðum tilfeingi, ið kann nýtast til fleiri endamál.

Í tí endaligu analysuni eru tað bert tveir mátar at umfordeila tilfeingið uppá. Tann fyrri er at menniskju frívilligt býta um vørur og tænastur sínámillum, har báðir partar fáa ágóða. Hin seinni er, at summi nýta vald til at taka tilfeingi frá nøkrum einstaklingum fyri at geva til aðrar einstaklingar.

Tann fríi marknaðurin er fantastiskur, tí har kunnu fólk hjálpa sær sjálvum við at hjálpa øðrum. Bakarin roynir altíð at baka tað besta breyðið, ikki tí hann neyðuga er so hjartagóður, men tí hann vil kunna selja sítt breyð, so at hann sjálvur kann vinna sær pengar, men samstundis hjálpir hann øllum øðrum við at baka teimum tað besta breyðið, hann kann.

Áðrenn kapitalismu (fría marknaðin), var mátin fyri at gerast ríkur var at arva, stjala, ræna ella gera tín næsta til træl. Kapitalisma gjørdi tað møguligt hjá fólki at gerst rík við at tæna sínum næsta.

Demokratiið er ikki ein treyt fyri vælferð, fríur marknaður er

Hóast flest menniskju ynskja sær at liva í einum fólkaræði, har tað er møguligt at velja hvørjir politikarar skulu ráða í landinum, so er tað ikki ein treyt fyri at eitt land skal klára seg væl.

Tað týdningarmiklasta fyri ein sterkan búskap í einum landi er vælvirkandi lógarverk, minimalt av korruptión, og at tann fríi marknaðurin fær loyvi at virka.

Tak tildømis India frá hálvtrýssunum til hálvfemsini og Suður-Korea frá 1961 til 1979. Meðan India hevði fult fólkaræði, varð Suður-Korea stýrt við jarnhond av Park Chung-hee.

Ella Chile frá 70’unum til 1990, tá ið Augusto Pinochet var einaræðisharri, samanborið við Brazil sama tíðarskeið. Chile nýtti stórt sæð sama búskaparpolitikk, sum Pinochet hevði innført og hevur upplivað áhaldandi vøkstur síðani tíðliga í 80’unum.

Ella hvat við Hong Kong, sum ongantíð hevur havt nakað sum minnir um fólkaræði, hvørki undir bretum ella undir Kina. Samanber hetta við Suðurafrika, sum gjørdist leyst av Apartheid-stýrinum í 1994.

Søgan er tann sama: Fólkaræði hevur lítla ávirkan á ríkidømið í einum landi.

Fríur marknaður er menning og haldføri

Nú havi eg sjálvt roynt meg sum politikara og eri sloppin við til allar fundirnar, sum eg havi ætlað mær í valstríðnum. Og tað er skuffandi, skuffandi at vera liberalur, tí eingin vil hoyra tað. Tað fyrsta, sum journalistar ella ein vertur spyr teg er: Hvussu fert tú sum politikari at loysa trupulleika X (sjálvandi er landið einasta amboðið, tey vilja hoyra um). Um svarið er at halda seg vekk og lata fría marknaðin orðna trupulleikan, so er man bara óáhugaverdur, lítið vitandi og “hevur ikki skil” fyri tingunum.

Men fyri okkum liberalu (tað er, tey veruliga liberalu) er fríi marknaðurin menningin, endurskapan og haldføri. Enn í dag hava politikarar torført við at viðurkenna, at so er.

Joseph Schumpeter er tann persónurin, ið fortaldi okkum at tað er eingin javnvág í tí fría marknaðinum, men ein støðug endurnýggjan av møguleikum í einum havi av dynamiskum broytingum. Tann, sum broytir heimin er íverksetin, nýhugsarin. Langt frá at vera tey, sum útnytta arbeiðaran, so eru vinnulívsfólk íverksetar sum royna at vinna á sínum kappingarneytum við at gera vøruna/tænastuna bíligari, betri. Úrslitið av hesum er, at livistøði fer upp fyri kundan. Teir flestu fyrilitarleysu kapitalistarnir gjørdist ríkir við at seta prísin niður, ikki við at hækka prísin. Nýmenning var tann altavgerandi leingingin av fríari kapping, nógv týdningarmiklari enn effektivitetur, optimering og specialisering av verandi vørum/tænastum.

Í bókini Capitalism, Socialism and Democracy (1942) vísti hann á at “skapandi oyðing” er lykilin til búskaparliga framgongd og týdningarmiklasta avleiðingin av kapitalismu. Fyri at nýggj virkir og tøkni skal vinna fram, so mugu tey gomlu fara fyri bakka. Tað er ein ævigur stormur av skapandi oyðing, sum førir okkum fram.

Um búskapurin sleppur at vera sum immunsystemið (blívur sterkur við at átaka sær váða), so má vinnulívið sleppa at liva og ikki ballast inn og vera vart ímóti øllum vandum. Dynamikkurin í vinnulívinum - at fyritøkur vera settar á stovn, meðan aðrar mugu snara lykilin um - er natúrligur. Tað er ta óstýrligu skapanarkraftina, ið vit eiga at virðismeta. Vit eiga sum samfelag at virðismeta falnar íverksetarar sum falnar hetjur.

Menniskjagerðir skapa broytingar. So leingi vit hava menniskju, ið virka (t.e. gera broytingar) so fáa vit ongantíð stabilitet, men endaleysar broytingar. Menniskjasøgan er ein lang tilgongd við broytingum. Tað er uttanfyri valdið hjá menniskjum at støðga hesum broytingum og royna at koma í eitt tíðarskeið, har at verður stabilt og í javnvág. Tað liggur í menniskjanum at stremba eftir forbetringum, at royna nýggj hugskot, og umskipa fortreytirnar fyri lívinum eftir hesum hugskotum.

Keldur

Econ in Motion, Youtube kanal (Creative Destruction)
BTÚ per íbúgva fingið til høldar á worldbank.org
Ridley, Matt: The Evolution of Everything - How New Ideas Emerge, 2016
Sowell, Thomas: The Vision of the Anointed: Self-Congratulation as a Basis for Social Policy
Von Mises, Ludwig. Human Action, kap. 12.
Meira um Joseph Schumpeter: https://en.wikipedia.org/wiki/Joseph_Schumpeter