Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Talukennarar og aðrir fantastiskir skapningar í føroyskum

2022-07-11 16:56

Fríggjadagurin hin 1. juli 2022 er ein viktigur dagur. Ein megnardagur. Tí tá fekk føroyskt sín fyrsta talukennara og er ikki jomfrú meira á tí økinum, og tað var upp á tíðina.

Tað er arbeiðsbólkurin Ravnur, sum hevur gjørt og givið okkum talukennaran. Ein frískligur hópur av ungum og tilkomnum visionerum, stuðlaðir við almennum og privatum pengum.

Ein talukennari er ein snild maskina

Hann kennir øll føroysk ljóð og skrivar tey sum bókstavir. Hoyrir hann onkran siga, at lívið er herligt, so skrivar hann tað niður beinanvegin, antin hann hoyrir tað fyri norðan, sunnan, eystan ella vestan. Hann forstendur øll.

Men hann forstendur ikki alt. Tí talukennarin hjá Ravni er ein pionerur. Tað merkir, at hann dugir at endurgeva sirka 80% av allari talu, sum hann hoyrir. Tað er flott, tí at endurgeva talu er ikki nemt. Fólk tosa ymiskt, ikki bara eftir dialekt, men eisini eftir førleika og humøri.

Tak ein glaðan útlending, sum gongur og trallar begynnarabendingar, ella ein sintan suðuroying, sum nærkast kókipunktinum. Tá stendur á.

Men burtur úr pionerinum kunnu gerast skraddaraseymaðir talukennarar, ið endurgeva hvørt orð

Ein skraddaraseymaður talukennari er trenaður til at skilja úttaluna hjá einum avmarkaðan hópi av fólki.

Slíkir talukennarar eru vanligir aðrastaðni og vera tað nú eisini í Føroyum.

Dagur og vika skuldi gjørt tann fyrsta, so at hon bleiv tekstað beinleiðis. Tá høvdu nógv hoppað.

Og tað kann gerast fyri ein slikk, tí Ravnur hevur longu gjørt 80% av arbeiðinum. Tað er bara eftir at koyra fløtan upp á pannukakuna og eta hana. Tað, má man siga, er eitt serstakliga gott tilboð.

Máltøkni er ikki bara snild – hon er eisini viktig

Fær menniskjan ikki úttrykt tankar og kenslur sínar, er hon avskorin, og tað er eitt problem, ásannandi, at menniskjan er ein sosial vera.

Máltøkni loysir upp fyri hesum. Hon skapar kontakt. Er eygu og oyru hjá fólki og dirvar tey til at fóta sær.

Soleiðis skapar máltøkni fleiri vælvirkandi borgarar – og tað er signing fyri land og fólk.

Tí er máltøkni viktig.

Og alt verk sítt gevur Ravnur okkum fyri einki

Tí hildið varð frá fyrsta degi, at øll skulu eiga tilfarið, og at allir verðins hjernar og fidusar skulu sleppa at víðarimenna og tjena upp á tað. Hetta eru genialir ravnatankar.

Í tí líka so geniala pakkanum, sum Ravnur gav okkum fríggjadagin hin 1. juli, eru ein talukennari, ein talumálsorðabók, eitt tekstasavn upp á fimmogtjúgu milliónir orð, eitt klipt og transskriberað upptøkusavn við fleiri hundrað føroyingum og ein vegleiðing til at gera nýggj framstig. Heinta pakkan ókeypis á www.máltøkni.fo.

Nú er bara at halda seg framat

At blanda seg upp í framtíðina hjá føroyskum og brúka tilfarið hjá Ravni. Til skraddaraseymaðar talukennarar, praktiskar orðabøkur, barnateldutalur, telefonrobottar og alt, sum hugsast og seljast kann.

Til fleiri fantastiskar skapningar í føroyskum.

Sjúrður Gullbein