Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Takk fyri stuðulin!

2019-06-08 16:12

Takk fyri stuðulin!

Skal við hesum takka mangar ferðir fyri stuðulin til Tjóðveldi og mín persónliga á fólkatingsvalinum 5. juni. Vit rukku ikki sessinum aftur, men hvør einasta atkvøða kring landið fløvar.

Ynski eisini Sjúrði Skaale og Edmundi Joensen hjartaliga til lukku við valinum og hepna hond á fólkatingi. Takki somuleiðis Sjúrði fyri gott samstarv undanfarnu árini.

Hóast vit ikki rukku sessinum hesaferð, man afturljóðið av tí arbeiði, vit í Tjóðveldi løgdu í umboðanina á fólkatingi, fara at hoyrast eina løtu aftrat.

Eitt nú gjørdist høvuðsmálið í valstríðnum at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt rásarúm. Javnt og samt vístu vit á farna valskeið, at hetta er átrokandi neyðugt.

Fegnist eisini um, at tey 17 burðardyggu heimsmálini komu á breddan í føroysku skúlunum. Tey verða týðandi táttur í tjóðarbyggingini í komandi tíðum.

Sjálvur taki eg nú við sum løgtingsmaður. Haldi tað hava stóran týdning at savna fólk úr bæði privata og almenna geiranum á bygd og í bý um tjóðskaparstevnuna.

Í løgtinginum fari eg at virka fyri at fáa breiðar semjur um at fremja framtøk á sjálvbjargnisleið, tí standa vit saman, røkka vit langt.

At tryggja eina burðardygga samfelagsliga og vinnuliga menning, sum skal vera grundarlag undir okkara vælferðarsamfelag, er eisini eitt hjartamál.

Vit flota nú bátin til løgtingsvalið og spenna í av øllum alvi!

Magni Arge