Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

TAKK FYRI ÁLITIÐ

2020-11-12 17:58

Eg vil takka tykkum øllum, sum stuðlaðu Fólkaflokkinum og mær persónliga við 192 atkvøðum til kommunuvalið.

Takk til tykkum, sum brúktu tíð og orku at stilla upp fyri Fólkaflokkin og til tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til við valinum.

Fólkaflokkurin fekk tíverri ikki eitt nøktandi valúrslit. Tí liggur eitt stórt arbeiði fyri framman at byggja upp aftur álitið á flokkin í Tórshavnar kommunu.

Sum nývaldur býráðslimur, er tað mín fremsta uppgáva, at verða ein borgarlig og framburðssinnað rødd í Tórshavanar býráði. Eg vil eisini virka fyri, og hava eftirlit við, at býráði umsitur borgarans pening so skynsamt og skilagott sum til ber.

Eg vil nýta høvið at takka fráfarandi borgarstjóra Anniku Olsen og býráðsmeiriluta fyri avrikini síðstu 4 árini.

Eisini vil eg ynskja Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum hjartaliga tillukku við valinum, sum komandi borgsrstjóri í Tórshavnar kommunu. Somuleiðis tillukku til allar flokkar og valevnir sum vóru vald.

Mín vón og ynski skal vera, at vit fáa eitt gott og konstruktivt samstarv næstu 4 árini í Tórshavnar býráði, til frama fyri allar borgarar og vinnuna í kommununi.

Birgir Nielsen
nývaldur býráðslimur fyri Fólkaflokkin