Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Takið ímóti koppsetingini og sýnið fyrilit

2021-10-27 12:38

Koronufarsóttin er kyknað upp aftur, og tað er serliga ímillum ókoppsett ung, at sjúkan herjar. Talið á innleggingum veksur, og stórt trýst hevur verið á almennu kanningarstøðini seinastu dagarnar

Seinastu dagarnar hava koronusmittutølini av álvara tikið dik á seg, og ongantíð fyrr hava so nógv fólk havt smittuna í senn í Føroyum. Nýggjastu tølini vísa, at 437 fólk í løtuni eru smittað, og 564 eru í sóttarhaldi. Eisini talið av innløgdum koronusjúklingum er vaksandi, í gjár vóru teir fimm í tali nú.

Nú er tað serliga ímillum ókoppsett yngri fólk, at farsóttin herjar.

84 prosent av øllum føroyingum eldri enn 12 ár eru koppsettir tvær ferðir fyri koronu. Men býtið er ikki javnt.

Tað eru flest ókoppsett í teimum yngru aldursbólkinum tó undantikið aldursbólkurin 20-24 ár, har 92 prosent hava fingið tvey prik. Foreldrini skulu loyva koppseting av teimum í aldursbólkinum 12-14 ár, og tey hava havt tilboðið styttri enn hinir aldursbólkarnir. Í tí aldursbólkinum hava 39 prosent fingið bæði prikini. Í aldursbólkinum 16-19 ár hava 79 prosent fingið annað prikið, 81 prosent í aldursbólkinum 25-29 ár, 76 prosent í aldursbólkinum 30-34 ár, 78 prosent í aldursbólkinum 35-39 ár, 82 prosent í aldursbólkinum 40-44 og 87 prosent í aldursbólkinum 45-49 ár.

Í teimum eldru aldursbólkunum er prosenttalið av koppsettum oman fyri 90 – í teimum elstu bólkunum út ímóti 100 prosentum.

Tey ungu hava tann fyrimunin, at tey eru betri mótstøðufør enn eldri og heilsuveik fólk, og enn er heldur ongin vorðin so sjúkur í hesi nýggju farsóttarbylgjuni, at tørvur hevur verið á intensivari viðgerð, eitt nú respiratorviðgerð.

Men heldur gongdin fram, kann støðan gerast verri, tí orkan hjá heilsuverkinum er avmarkað – eisini um tørvur ikki er á intensivari viðgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tekur støðuna í stórum álvara; hann mælir staðiliga øllum at koppseta seg, og hann harmast, at so nógv ung og yngri fólk aftra seg.

Lat teg kanna, tá tað er neyðugt

Síðan smittutølini aftur fóru at vaksa, er trýstið á almennu kanningarstøðini, har fólk kunnu kanna seg fyri koronu, eisini vaksið so nógv, at tað stendur á at halda tørn.

Nógv, sum ikki hava sjúkutekin og heldur ikki hava serliga orsøk at halda seg vera smittað, lata seg kanna fyri at vera á tí tryggu síðuni. Tað er óheppið, tí tískil kunnu tey troka smittað fólk aftur um í bíðirøðini.