Tak yvir høvdið til øll!

2019-07-30 16:52

Tað er ein rættur hjá øllum menniskjum at hava tak yvir høvdið og at liva eitt virðiligt og trygt lív. Somuleiðis skal hetta vera møguligt, óansæð hvørjum stætti ein kemur frá, at kunna leiga ella keypa bústað, og tað einamest hjá familjum, at kunna liva trygt og gott. 


Føroyingar flyta heim aftur, men íbúðartrotið sum var, er blivið nógvar ferðir verri, og tað, saman við tí tíð tað tekur at byggja íbúðir, ger trupulleikan størri. Fólkið ótolnast. Men hetta má ikki geva nøkrum orsøk til at loypa framav, og tí mugu okur til at gera eina skynsama og varandi loysn.


Tað eru góðar tíðir, og jeg vil arbeiða fyri, at bústaðarpolitikkur verður settur á breddan, men samstundis, at dentur verður lagdur á, at tað eisini verður staðsett uttan fyri miðstaðarøkið. Ein bústaðarpolitikk, sum veruliga munar.


Ein bústaðarbanki

Landið eigur í BankNordik, men bankin verður rikin sum ein og hvør privatur banki. Bankarnir veita ikki fígging uttanum vinningin, sum fæst í miðstaðarøkinum, og fyri at byggja ella keypa, má ein skuldarbindast fyri lívið. Jeg haldi, at okur eiga at selja landsins lut í BankNordik og stovnseta ein bústaðarbanka. Ein banki, sum veitir fígging til lág- og miðallønt. Einamest úti á bygd, har fíggingarstovnar eru so mikið trekir, at eitt milliónalán á bygd kemur ikki uppá tal, meðan tvífalt so nógv í miðstaðarøkinum eru piparnøtir. Hetta loysir tó ikki íbúðartrotið einsamalt.


Kommunurnar mugu eisini byggja

Kommunurnar mugu heimilast at byggja íbúðir. Íbúðir til ungdómin og familjurnar, saman við eldraíbúðum, ikki bara avmarkast til eitt! Her mugu lógarbroytingar til, men hetta fer at lætta um trýstið á bústaðartrotinum, tá fleiri átøk eru í verk samstundis. Tað gevur eisini kommunum møguleika til at vaksa, tá tøkar íbúðir á støðum, har áður einki var, gerst veruleiki. 


Almannagagnligt bústaðarfelag og Bústaðir?

Sum ein liður í hesum má eitt almannagagnligt bústaðarfelag stovnsetast.  Hetta skal samskipa, viðlíkahalda og stýra almennum bústøðum, har íroknað kommunalt og landið, men eisini deilt í sýslur og í tríggjar deildir: ungdóms-, familju- og eldraíbúðir. Danski bústaðarpolitikkurin er eitt fyridømi, sum okur í Føroyum kunnu eftirlíka og tilpassa til føroysk viðurskifti!

Somuleiðis skal bústaðartrygd setast í verk, men hetta má tó koma loypandi við nýggjum bústøðum. Tí havast má í huga, at hetta verður gjørt yvir eitt samgonguskeið og tískil ikki verður loyst dagin eftir valið, men hetta má í gongd!


Spurningurin er so, hvørt okur umskipa Bústaðir til eitt tílíkt felag og stovna undirfeløg kring landið. Eisini heimila Bústaðir lagaligari fíggjarkarmar. Hesi trý punkt mugu metast eftir, hvat er skilabest at seta í verk. 

Men eyðsýnt er, at okur mugu onkursvegna gera sum grannar okara og læra frá teirra fyridømi, men eisini, at veruliga vilja munin! Jeg vil arbeiða fyri, at bústaðartrupulleikin verður loystur, og eftir míni meting mugu tílík tiltøk í verk, sum skapa eitt grundarlag fyri ein samhaldsfastan bústaðarpolitikk.


Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins