Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tak málið um fríøkið við Sandá uppaftur

2022-08-30 11:06

Áheitan á Yvirfriðingarnevndina

Áhugabólkurin Varðveitið fríøkið við Sandá hevur heitt á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið um fríøkið við Sandá uppaftur. 

Síðani Yvirfriðingarnevndin gjørdi úrskurð í oktober 2021 hava lívfrøðingar staðfest, at náttúrumargfeldi í fríøkinum við Sandá er sera stórt, og at lendið er fjøllbroytt. Talan er um hagalendi - við lyngi, mýrum og klettum, mitt í høvuðsstaðnum. 

Um 90 plantusløg eru skrásett í økinum frá Sandágerði og niðan við Sandá á skipaðum gongutúrum. Summar av plantunum eru sjáldsamar. 

Í innlitinum, áhugabólkurin hevur fingið í málið, sæst, at eingin árinskanning varð gjørd, sum veruliga lýsir náttúru og umhvørvi í hesum vakra fríøki, áðrenn málið varð viðgjørt.  

Eftir §24 í Náttúrufriðingarlógini kann Yvirfriðingarnevndin sjálv “taka upp aftur eitt mál og møguliga broyta avgerð, hon hevur tikið áður, tá serstakar umstøður kunnu gera seg galdandi.” 

Vísandi til hesa grein hevur Áhugabólkurin heitt á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið um fríøkið við Sandá uppaftur við teim grundgevingum, at ein árinskanning eigur at verða gjørd, at fyritreytirnar eru nógv broyttar, síðan kommunan gav byggiloyvið, og at økið hevur fingið ein stóran rekreativan týdning fyri borgarar í kommununi.  

Lív- og náttúrufrøðingarnir Magnus Gaard og Finnur Lútzen hava talt allar villplanturnar í økinum frá Sandágerði og niðan framið Sandá. Listi við plantunum er lagdur saman við áheitanini um at taka málið uppaftur.  

Týdning fyri fólk 

Eftir § 6, stk.2 í Náttúrufriðingarlógini kunnu friðingartiltøk setast í verk fyri “onnur økir, ið bera av í vakurleika, liggja væl fyri ella hava sereyðkennir í landslagnum, plantigróðri ella djóralívi, hava munandi týdning fyri fólk, har íroknað støð, har frítt útsýni er, niðursettar plantur, grótgarðar o.a.t., sum hevur tílíkan týdning,” 

Áhugabólkurin ivast ikki í, at alt hetta fríøkið hevur “munandi týdning fyri fólk”.

Fólk í stórum tali ganga dagliga og í vikuskiftum á lendisgøtuni fram við Sandá.

Útsýnið er gott, bæði út yvir Sandagerðisvík og niðan í Kirkjubøreyn. 

Ein útvið 13 metrar høgur betongbygningur, sum verður staðsettur nærhendis Sandá, minkar munandi um frílendisvirðið við Sandá, heldur Áhugabólkurin. 

Fríøkið við Sandá eigur harafturat at metast sum ein partur av einum frílendisgeira, sum røkkur úr Sandágerði fyri sunnan, út í Havnardal, niðan á Bøllureyn, oman í Villingardal, Hoydalar og Boðanesgjógv fyri norðan.  

Í dag eru lendisgøtur gjørdar í meginpartinum í hesum frílendisgeira, sum veruliga gevur fólki nátturuupplivingar. Hetta er ein av fleiri orsøkum til, at skemmandi inntriv ikki eiga at verða gjørd í hetta fríøkið.