Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Tað stinkar, tá kloakkin ikki virkar!!

2016-10-14 17:13

 

Tá tað riggar at skola niður, tekur tú tað fyri givið.

Tað er, tá tað ikki riggar, tú merkir tørvin á einari vælvirkandi kloakskipan.
Tað er, tá gjøgnumtreingjandi septangaroykurin stendur úr kummuni - tú veruliga setur prís uppá eina vælvirkandi kloakk.
Tað er, tá tú stendur illa sprongdur og kumman er full, tú minnir teg á, ongantíð at taka kloakskipanina fyri givið aftur.

Í Eysturbýnum vit búleikaðust eitt skifti, mátti sepitangabilurin koma 2-3. hvønn mánað við slanguni gjøgnum alt húsið.

Eg kenni trupuleikan, og seti tí sera stóran prís uppá góðu kloakskipanina her vit búgva nú.- Takk fyri tað, Tórshavnar kommuna!

 
Eg unni øllum borgarum í kommununi góða kloakk og ongan septitangaroyk, tí tað stinkar!

Nú havi eg als ikki nevnt allar kloakkirnar, ið muga reinsast og leggjast um, so tær ikki renna út í áirnar og dálkað umhvørvið. - Tað verður eina aðruferð.

Kom við okkum til 2020.

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Bjørg Dam
Les fleiri greinar inni á bjorgdam.blogspot.com