Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað søgdu Herálvur, Hervør og Ingilín á Reyða Torginum

2019-05-03 20:41

“Vit eru tey 99 prosentini, er sloganið hjá Occupy Wall Street rørsluni, sum mótmælir skrupluleysa finanskapitalinum og at tað ovurríka eina prosentið av heimsins borgarum stingur av við allari virðisøking. Inn í millum hevði verið skilagott at stungið fingurin í jørðina at gera sær greitt, hvønn bólkin man nú hoyrir til.”

M.a. hetta segði Herálvur Jacobsen, fyrrv. formaður Føroya Lærarafelags á 1. mai haldinum í Vestmanna.

Har vóru eisini tær ungu Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir:

Ingilín: ”Vit kunnu planta eitt træ og byrja av nýggjum. Venda keypirákinum bakið og ansa trænum, geva børnum og ommubørnum okkara møguleika eisini at uppliva træið og at planta teirra egna. Geva komandi ættarliðum møguleika fyri meir umsorgan, fyri lívfrøðiligum margfeldni, fyri skapanarhuga og fyri dygd,” segði Ingilín m.a.

Hervør: “Latum okkum ongantíð taka tey stríð, ið vunnin eru, fyri givið, men enn viktigari: lat okkum ongantíð køva tey stríð, ið eru í gongd beint nú. Vit mugu ongantíð gloyma, at tey rættindu, ið vunnin eru, eisini einaferð vóru radikal og óhugsandi fyri nógv. Men tey vóru neyðug og vóru við til at flyta okkum nærri einum frælsum, samhaldsfastum og burðardyggum samfelag.”

Tað vóru framúr góðar røður frá teimum trimum, Herálvi, Hervør og Ingilín, tá nógv fólk savnaðust á Reyða Torginum í góðveðrinum í Vestmanna til 1. mai haldið, sum nú á sætta árið er vorðin ein føst siðvenja har á altjóða arbeiðaradegnum.

Tað eru tey trý feløgini, Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið skipa fyri.

Fundarleiðari var Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Og so setti Vestmanna Hornorkestrur undir leiðslu av Atla Petersen sín góða tónleikaliga dám á tiltakið. Men skal alt rigga, er neyðugt við góðum ljóðtøkni, og tað syrgdi Pauli Magnussen, leiðarin á ungdómshúsinum Staðnum í Vestmanna, fyri.

Ikki nóg mikið við tí, tí eftir fundin bjóðaði Vestmanna Arbeiðarafelag øllum fundarfólkinum til drekkamunn og kakubita í felagshúsinum hjá Arbeiðarafelagnum, ið er beint við Reyða Torgið. Har var so stúgvandi fult og hugnaligt prát.

Tað er vert at taka nøkur brot úr røðunum hjá teimum trimum.

Herálvur Jacobsen: “Vit eru tey 99 prosentini” er sloganið hjá Occupy Wall Street rørsluni, sum mótmælir skrupluleysa finanskapitalinum, og at tað ovurríkað eina prosenti av heimsins borgarum stingur av við allari virðisøking. Inn í millum hevði verið skilagott at stungið fingurin í jørðina at gera sær greitt hvønn bólkin man nú hoyrir til. Tá ivist eg ikki í at fjøldin, sum møtir á 1. maidagshaldinum, hevði verið munandi størri. Vit vita at ójavnin í heiminum veksur og at tørvurin á samhaldsfesti ongantíð er størri enn nú...

Meir enn átta ár sum fakfelagsformaður hevur sannført meg um, at fakfeløg ikki eru farin av móta, men framvegis eru ein týðandi táttur í fólkaræðinum. Áhaldandi stríðið um løn og betri arbeiðsviðurskifti stendur við. Heldur ikki løgtingið tekur neutralar avgerðir. Takið bara flatskattin hjá undanfarnu samgongu, sum var ein gáva til tey vælbjargaðu, forskattingin av pensjónunum at fíggjað ballið, og síðan tvungna pensjónsinngjaldið, sum løntakarin einki ræði hevur á, tá sokallaða persónliga uppsparingin einaferð fellur til útgjaldingar. Sjálvt eitt so kravlítið uppskot sum at loyva frádrátti av fakfelagsgjaldi í skattinum semist sitandi samgonga ikki um. Men hvat skulu vit vanta av eini nationalari, sosialistiskari, liberalari samgongu?

Vit hava vælvirkandi fakfeløg, men arbeiðsmarknaðurin flytir seg. T.d. er ferðavinnan í stórum vøkstri og tørvurin á arbeiðsmegi innan matstovu og gisting er vaksandi. Talan er oftast um láglønt størv við ólagaligum arbeiðstíðum og sum óorganiserað ungfólk røkja. Hetta er ein stór avbjóðing fyrst og fremst fyri fakfeløgini, men vit eiga øll at taka í egnan barm og spyrja okkum, hvat tað er fyri arbeiðsmarknað vit vilja hava.

Tað er sannlíkt at harða og drúgva stríðið fyri mannsømiligum korum hjá verkafjøldini er gloymt og at nógv verður tikið sum givið. Stríðið hjá arbeiðararørsluni verður lítisgjørt og tær ábøtur, sum politiski vinstravongurin hevur gingið á odda fyri, verða tagdar burtur. Vit eru søguleys hoyra vit og ungdómurin er sjálvupptikin. Men er tað so einfalt? Er tað ikki so, at ungdómurin hevur heilt aðrar avbjóðingar at hugsa um enn vit eldru?Serliga seinasta tíðin hevur sannført meg um, at ungdómurin er ikki líkasælur og tey ungu hugsa ikki bara um seg sjálvan.

Fyri fáum árum síðani gjørdist pakistanska skúlagentan Malala ímyndin av stríðnum fyri rættinum hjá gentum og kvinnum at ganga í skúla. Fyri kortum gjørdist svenska Greta Thunberg kend tí hon tvørturímóti noktaði at ganga í skúla. Greta Thunberg var hvørki skúlatroytt ella lítismetir skúlagongd, nei hon heldur hinvegin, at tað er meiningsleyst at ganga í skúla, um veðurlagsbroytingarnar kortini fara at gera heimin óliviligan hjá mannaættini. Og hon rættur samstundis eina lemjandi ákæru móti teimum vaksnu, sum lata standa til og ikki at seta tey átøk í verk sum kunnu tálma skeivu gongdini.

Eisini føroyskir ungdómar hava tikið táttin upp, og mótmæla ráðaloysinum, keglinum og undanførslunum í veðurlagsspurninginum. Hetta er at fegnast um. Ein tilvitaður ungdómur er ein fongur fyri samfelagið, tí nøkur av hesum ungu fara at síggjast aftur í politikki, í áhugafeløgum og fakfeløgum eisini.

Veðurlagsbroytingarnar eru álvarsamari enn bara ein spurningur um meira regn og fleiri ódnir. Í Føroyum eiga vit at vita hvussu viðbrekið lívið í havinum er fyri hitabroytingum. Og í nógv størri mátistokki vita vit, at partar av jørðini verða óliviligir orsakað av flóð ella av turki. Um henda gongdin ótálmað heldur fram, og vit drála at gera nakað munagott, so vaksa trupuleikarnir okkum upp um høvdi. Og tá verða neyðugu átøkini óiva so harðrend, at fólkaræðislig atlit lættliga verða skúgvað til viks.

Tað er bara økt tilvit sum kann forða fyri at víðgongdar rørslur fáa fótafesti. Her eiga vit øll ein leiklut. Skúlaverkið, ein vælútbygd public service tænasta, politisku flokkarnir og feløgini, serliga ungmannafeløgini og eisini fakfeløgini.

Eg fari at enda hesa røðu við orðunum hjá amerikanska sangaranum og sangskrivaranum, Bruce Springsteen. “Fakfeløgini hava verið tann einasta sterka og munadygga røddi,n arbeiðandi fólkið nakrantíð hevur havt í søguni hjá hesum landi.”

Hervør Pálsdóttir: Ímyndi ð tykkum, um vit ikki høvdu hetta samfelagið, vit liva í ídag. Arbeiðararørslan, k vinnurørslan, umhvørvisrørslan og fullveldisrørslan fingu onga n tíð luft undir veingirnar, tí teirra tankar og teirra hugsjónir vóru sk ír d radikal, óhugsandi og ómøgulig. Hvussu hevði samfelagið tá sæð út? Ímyndið tykkum.

Svensk genta, Greta Thunberg, setti seg uttan fyri Ríkisdagin í Svøríki í a ugust í fjør við einum skelti, har stóð: “Skolstrejk før klimatet”. Hetta inspireraði ung um allan heimin , og í felag stóðu og standa hesi ungu saman um framtíð sína.

Tit hugsa kanska “hvat hava veðurlagsbroytingar og umhvørvi við 1. mai at gera?”

Hendan umhvørvisrørslan ger upp við valdselituna, ið ikki tekur ábyrgd av sínum handlingum og misnýtslu. Ábyrgdina av heimsdálkingini eigur ikki einkulti persónurin ella arbeiðarin. Umleið 100 fyritøkur í heiminum standa fyri 70% av útlátinum. Ábyrgdin verður tveitt á arbeiðandi fólkið, ið ikki hevur ávirkan á hvussu nógv ein fyritøka útletur, ella hvønn grønan politikk fyritøkan hevur.

Vit hava ein stóran trupulleika í okkara samfelag, tá vit bara máta vinning og ríkisdømi í búskaparligum vøkstri. Pengar. Pengar og aftur pengar. Við hesi gongdini, ið vit liva í, har vit keypa fyri at keypa, brúka fyri at brúka, oyðsla, tí vit kunnu, er alt sum bendir á, at á nærum øllum frontum ganga vit skeivan veg.

Ofta verður sagt um yngra ættarliðið, at tey eru ov radikal og idealistisk, og at tey við aldrinum fara at hugsa annarleiðis. Men er tað radikalt og idealistiskt at stríðast fyri betri broytingum fyri okkara borgarar, samfelag og heim?

Nei, tað er radikalt og idealistiskt at halda á fram við hesi somu gongdini. At halda, at vit kunnu troyta heimin og náttúrutilfeingi líka nógv, sum vit gera í dag, og framvegis at halda okkum kunna gera tað eitt sindur meira, er idealistiskt og radikalt. Tað er radikalt at umskylda stóru, dálkandi fyritøkurnar við grundgeving um, at tær skapa virðini og inntøkurnar í samfelagnum.

Vit skulu skipa okkara samfelag skynsamt og rættvíst. Vit hava skipað tað samfelagið, vit liva í í dag, og vit kunnu tí eisini broyta tað. Í felag.

Vit skulu gera stórar broytingar. Vit eiga at lækka arbeiðsvikuna, so at vit arbeiða minni og bara eru meira. Okkum tørvar færri pengar og meira frítíð. Vit skulu vera saman við børnunum og okkara kæru, meira enn vit eru í dag. Vit skulu oyðsla minni, og endurnýta meira.

Tað er í mínum hugaheimi serstakliga viktigt, at øll fáa eina góða byrjan á arbeiðsmarknaðinum og frá fyrsta degi kenna sína støðu og síni rættindi. Ung eru alt ov óvitandi um teirra rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Ung vera í stóran mun útnyttað óvitandi um, at tey verða tað. Ung hava eisini rætt til sáttmálar! Ung hava rætt til steðg í arbeiðstíð! Ung hava rætt til sámuliga løn! Tað er eitt ávíst ósamsvar í, tá ungdómurin ger sína skyldu, men ikki fær síni rættindi. Rættindi og skyldur í einum modernaðum fólkaræði eiga fylgjast at.

Vælferðarsamfelagið, ið vit í Norðurlondum eru so heppin at liva í, er ikki komið av sær sjálvum. Tað mugu vit ongantíð taka fyri givið. Vælferðarsamfelagið er livandi. Tað livir og flyt ur seg saman við okkum, ið mynda tað. Tað broytist í mun til okkara tørv og førimun. Vit byggja oman á tað, tá okkurt er, sum hevur mangla ð, og vit broyta tað, ið ikki riggar.

Men samfelagið, ið vit vilja liva í, er eisini tengt at , hvør tað er, sum skipar tað. Tað eru vit øll her, og restin av Føroya fólki , ið eigur valdið at skipa tær Føroyar, ið vit skulu liva í.

Alt vald í Føroyum sprett ur úr føroyska fólkinum, og tí eigur alt valdið at liggja hjá okkum øllum. Tað er u hóast alt vit, ið kenna hetta samfelagið best og best vita, hvør tørvurin og førimunurin er.

Latum okkum ongantíð taka tey stríð, ið vunnin eru, fyri givið, men enn viktigari: lat okkum ongantíð køva tey stríð, ið eru í gongd beint nú. Vit mugu ongantíð gloyma, at tey rættindu, ið vunnin eru, eisini einaferð vóru radikal og óhugsandi fyri nógv. Men tey vóru neyðug og vóru við til at flyta okkum nærri einum frælsum, samhaldsfastum og burðardyggum samfelag.

Ingilín Didriksen Strøm: Fakfelagsarbeiði hevur altíð havt beinleiðis ávirkan á okkara lív, og var tað ikki fyri fakfeløgunum stóð illa til í dag. Vit hava enn brúk fyri tí andanum, sum fyrstu fakfelagsfólkini vístu upprunaliga. Brúk fyri hugskotum, eldhuga og bardaga. Tí vit standa framman fyri eins stórum avbjóðingum og teimum, sum fakfeløgini upprunaliga høvdu - um ikki størri.

Eg minnist dagin tá allir komandi næmingar í fyrsta flokki í Vestmanna skúla plantaðu hvør sítt træ í Viðarlundini hjá Finnboga í Frammibø. Øll vildu hava tað størsta træið at seta niður. Kanska tí vit ikki skiltu, at meiningin við trænum var, at tað skuldi vaksa. Eins og vit tá allarhelst heldur ikki skiltu meiningina við skúlagongdini. At hon eisini skuldi fáa okkum at vaksa. At skúlin var tann góði gróðrarbotnurin.

Rithøvundurin Rakel Helmsdal segði í røðu á Veðurlagsverkfallinum herfyri, at um øll børn plantaðu eitt træ og lærdu at ansa hesum sama træi øll árini í fólkaskúlanum, so fór barnið at skilja náttúruna betur. Fór at hava eitt persónligt knýti til hana, og tí taka sær betur av henni.

Í dag er okkara búskaparmynd fest at peningaligum vøkstri. Vit máta BTÚ, samlaðu peningaligu nøgdina á tænastum og vørum, fyri at vita, hvussu rík vit eru. Men sigur BTÚ nakað um góða lívið? Nei. BTÚ sigur nakað um pengar. Ikki um hvussu gott ella ringt vit hava tað, ella hvørt heimurin, sum vit kenna hann, kann yvirliva. Búskapurin skal hava framburð, vaksa, fyri yvirhøvur at vera til. Hesin framburðurin elvir til útnyttan og dá lking. Hetta mugu vit broyta. Vit hava faktiskt einki val. Vit mugu hugsa um at endurnýta og endurskapa virði, heldur enn at keypa meira nýtt. Matleivdirnar úr matpakkunum úr skúlanum fara í sankutøð, sum fer í moldina, har trøini vaksa. Og trøini syrgja fyri, at luftin vit anda er rein. Her er einki avlop, eingin vøkstur, men gróður. Júst tað vit hava brúk fyri.

12. desembur 2017 fóru Føroyar ógvuliga tíðliga í jólafrí. Føroya Pedagogfelag var í verkfalli beint eftir, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði verið í verkfalli. Minni enn eitt ár seinni fór Ljósmøðrafelag Føroya í verkfall. Hesir bólkar umboða ein stóran part av umsorganararbeiðsfólkinum í Føroyum. Tey, sum ansa okkara veikastu, teimum eldru, okkara børnum og teimum sjúku. Hví skal hesin arbeiðsbólkur, sum fær hjólini at mala í samfelagnum, stríðast fyri virðing og betri umstøðum? Lutvíst kanska, tí hetta søguliga hevur verið arbeiði, sum kvinnur hava gjørt ókeypis. Men eisini tí, at hetta arbeiði ikki beinleiðis førir nakran vøkstur við sær, ikki hækkar BTÚ, tó at tað er grundarlagið fyri at samfelagið yvirhøvur kann hanga saman og rigga. Samfelagið vit hava nú, virðir einamest tað, sum skapar pening her og nú. Men vit eru menniskju. Vit eru ikki maskinur, ið skulu optimerast, ella trælir, ið framleiða meira til BTÚ. Vit skulu máta okkara vælferð í nøgdsemi, javna og lívfrøðiligum margfeldi. Og vit skulu geva teimum, ið fáa samfelagshjólini at mala, ta virðing, tey hava uppborðið.

Hvat ger okkara umstøður betri? Tað er, tá onkur ger meir ella nakað annað enn tað, tey noyðast at gera. Tá vit gera tað, vit vilja gera. Royndir eru gjørdar í stórum altjóða fyritøkum og í tí almenna í Svørríki um 4 daga arbeiðsviku ella 6 tíma arbeiðsdag. Sama løn fyri niðursetta tíð og hóskandi arbeiðsbyrðu. Og vita tit, hvat hendi? Fólk vóru minni útbrend, á røktarheimum skipaðu starvsfólkini fyri dupult so nógvum tiltøkum og ítrivum, hugskotini og gleðin av at vera til arbeiðis vaks munandi.

Tá vit hava tíð, eru vit umsorganarfull. Tá vit hava tíð, vaksa vit. Spakuliga. Ikki í oyrum og krónum, men sum menniskju við umsorgan fyri fólki og heiminum rundan um okkum. Nú hugsar onkur tykkara kanska, at tað sum eg vil hava, er at vit skulu gera minni og fáa alt upp í hendurnar. Men tað ætli eg ikki. Tað, sum eg meini er, at vit skulu eiga færri ting, vera nøgd við minni og ikki tráa eftir meir og størri allatíð, velja góðsku fram um mongd og hava tíð at vísa hvør øðrum ans.

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og fyri framman er veðurlagskreppan. Ein risastórur trupulleiki, sum bert kann loysast, um vit brúka tey tólini, sum fakfelagsrørslan altíð hevur brúkt - At standa saman, krevja okkara rætt og vísa teimum við valdi og pengum, at tey mugu taka okkum og ynskjum okkara í álvara.

Stríðið til frama fyri veðurlagnum og fakfelagsstríðið hongur óloysiliga saman. Tað samfelagið vit mugu skapa, fyri at ikki síggja eitt heimsumfevnandi vistfrøðiligt samanbrot, er eisini eitt samfelag, sum gevur okkum tað góða lívið.

Vit kunnu planta eitt træ og byrja av nýggjum. Venda keypirákinum bakið og ansa trænum, geva børnum og ommubørnum okkara møguleika eisini at uppliva træið og at planta teirra egna. Geva komandi ættarliðum møguleika fyri meir umsorgan, fyri lívfrøðiligum margfeldni, fyri skapanarhuga og fyri dygd.