Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað skal dryppa á fleiri øki í býnum!

2020-11-08 14:59

Reisigildi: Umlættingardepilin í Hoyvík... - Tórshavnar kommuna | Facebook

Tað skal ‘dryppa á’ fleiri øki í býnum.

Sum forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu fegnist eg um umlættingardepilin URD, sum stendur klárur fyrsta dagin.

Eldri fólk við tørvi á likamligari stimbran, føðsluligari vegleiðing og sálarligari menning, fáa tilboð um búpláss í styttri og longri tíðarskeiði, eftir tørvi. Eins og onnur tilboð verða.

Í kjalarvørrinum av tí menning, vit sum kommuna stuðla undir og koyra av bakkastokki, síggi eg fyri mær eitt økt virksemi í býnum, eitt nú á venjingarmiðstøðum, á matstovum, í svimjihyli, á fríøkjum, ja, vit kunnu halda áfram.

At tey eldru síggjast aftur og seta litir á býarmyndina, er tað besta sum kann henda.

Samstundis biði eg um og leggi upp til allar góðar kreftir, sum kunnu koma við íblástri til at fáa so nógv burturúr sum til ber, bæði innan kommunalar karmar og  privat tilboð í býnum.

Saman røkka vit longri!

Bergun Kass, býráðslimur og valevni hjá Framsókn!