Tað krevur ein kúll at seta bandittar uppá pláss!!!

2020-11-10 00:50

 Hey tit!

Jepp, tað er val.

Eg leggi einki í vald ella pengar....

Eg havi skrætt meg um KARLAMAGNUSARBREYT, tá eingin annar gjørdi tað!

Nú tá tað er blivið inn, vilja øll "casha inn" stemmur uppá tað.

Minnist bara til, at "Pengar tosa og tarvakukkur tosar!"

Tey sum sita nú og tey sum hava sitið longri enn tey....hava null og niks gjørt fyri nakað sum helst í HOYVÍK!

Eg eri ikki bangin fyri at strúka teimum makthavandi skeivan vegin eftir hárunum.

Eg leggi ikki í poupulistiskan politik og valflesk.

Eg vil, at Hoyvíkin skal skína!!!!!

Ferðslan í Hoyvík skal verða A ÓKEY A-S-A-P!!!!

Harumframt skulu vit hava smidliga og trygga ferðslu í allari kommununi.

Sum nú er, so sær tað ikki út til at nakar í kommuni hevur koyrt í Havn - bevares sum nógv býtt er gjørt seinastu árini!

Tey gomlu skulu trívast og tí skal normeringin hækkast A-S-A-P!!!

BØRNINI skulu hava allarbestu umstøður, tí skal normeringin hækkast A-S-A-P!!!

OG FÆRT TÚ IKKI STOVNSPLÁSS, SO SKAL KOMMUNAN GERA TAÐ MØGULIGT HJÁ TÆR AT VERÐA HEIMA VIÐ BØRNUNUM FYRI TÍNAR SKATTABORGARAPENGAR (AFTURBERING NÚ!!!!!!)

Tá tey grundleggjandi tingini eru uppá pláss, so kunnu vit taka okkum av "gullregni" og "himmalrópandi valgreinalyftum".

EINGIN BÝUR UTTAN BORGARAN - KOMMUNAN ER TIL FYRI BORGARAN OG IKKI ØVUGT!!!!
GOTT VAL Í MORGIN - VEL EIN NÝGGJAN KUST! Kærar heilsanir Rani Andrasson Skaalum Valevni á Borgaralistanum í Tórshavn