Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Tað gongur gott í Føroyum

2019-08-11 11:35
Politikkur - 

Ongantíð hava vit havt so ríkiligt av pengum í landinum sum nú.

Ongantíð hava vit brúkt so nógvar pengar sum nú. Fíggjarlógin veksur við risalopum, vit byggja og byggja, og fólk ferðast uttanlands so tað stendur eftir.

Núverandi samgonga ger nógv burturúr at fortelja fólki, hvussu væl er stýrt hesi 4 árini, tey hava sitið í landsins leiðslu.

Øll, sum halda hús, vita ella áttu at vita, at livistøðið hjá húsarhaldinum er ávirkað av, hvussu nógvur peningur kemur uttaneftir inn í húsarhaldið.

Hvat er so munurin millum núverandi samgongu og teirri, sum sat frammanundan hesari.

Fyrra samgongan legði seg eftir at styrkja vinnulívið, tí tað er haðani frá, at tann peningurin, sum vit øll skulu liva av, kemur. Vit hava eina alivinnu, sum hevur vaksið seg stóra, og eigur nú helmingin av útflutningsvirðinum úr Føroyum. Alivinnan er vaksin, tí at hon hevur fingið frið at arbeiða undir einari alilóggávu, sum var galdandi, áðrenn henda samgongan kom til ræðið. Vit hava fingið alarar, sum eru millum heimsins bestu, sum hava vunnið nógvan pening, soleiðis at teir framvegis kunnu útbyggja, fyri at kunna vera kappingarførir við útlandskar alarar, og soleiðis vinna føroyska samfelagnum enn meira inntøkur og skapa enn fleiri góð og trygg arbeiðspláss. Hetta er nakað av tí, sum Sambandsflokkurin gongur inn fyri.

Vit vita, at øvundin er ofta stór, tá gongur gott hjá eini fyritøku. Men, sum gamli maðurin segði, at Gud skuldi náða tann, sum ongan øvundamann átti.

Undanfarnað samgonga fekk við góðum argumentum og treiskni hækka okkara part av samlaðu makrelkvotuni.

Hetta hevur, tey 4 árini, henda samgongan hevur sitið, givið 100-tals milliónir í meirútflutningsvirði árliga, uttan at teir hava havt fyri neyðini at rørt hond frá síðu.

Undanfarnað samgonga við sambandsleiðslu, fór við løgmanni á odda til Russlands, har teir gørdu sáttmála fyri bæði alilaks og uppsjóvarfisk. Hesin sáttmálin hevur, meðan henda samgongan hevur sitið, givið 100-tals milliónir í meirútflutningsvirði.

Í hesum samgonguskeiðnum hava vit havt ein landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum. Hann hevur ferðast jørðina runt uppá landsins besta, men ikki havi eg frætt um, at hann hevur vunnið føroyska samfelagnum so frægt av eyka inntøkum, at hann kann gjalda teir ferðseðlar, sum hann hevur brúkt.

Ferðavinnan gevur stórt íkast við peningi til samfelagið. At ferðavinnan hevur ment set so nógv, kunnu vit takka undanfarnað landsstýri fyri, har ein nýggj ferðavinnulóggava bleiv gjørd. Við einum sambandslandsstýrismanni bleiv flogvøllurin longdur fyri danskan pening, soleiðis at vit nú kunnu ogna okkum framkomin flogfør at bjóða teimum fremmandu ferðafólkunum at nýta.

Undir sambandslandsstýrismanninum bleiv Norrøna verandi á føroyskum hondum, at flyta hópin av fremmandum ferðafólki til landi, har tey leggja pening eftir seg. Henda fyritøka er vaksin seg stóra og hevur skapað hópin av arbeiðsplássum.

Taka vit so hesa samgonguna, sum nú situr og samanbera hana við teirri, sum sat frammanundan, so hevur núsitandi ein heilt annan hugburð.

Hon hevur sett sær fyri at brúka.

Og nokk hevur verið til at brúka av. Tað hevði undanfarnað samgonga syrgt fyri.

Tá ið eg var óviti og nakað eftir tað, hoyrdi eg ofta um góðar innløgumenn. Hetta vóru menn, sum vóru raskir at tjena pengar og harumframt vóru raskir at draga mat til heimið fyri at spara um húsarhaldið. Hesir menn vóru ofta høgt í metum.

Um vit samanbera báðar samgongurnar, teirri, sum nú situr og teirri, sum sat frammanundan, so kann ein við góðari grund siga, at undanfarnað var ein innløgusamgonga, meðan núsitandi hevur verið ein brúkarasamgonga.

Zacharias Bech

Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard

RN