Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað er hennara grundlóg – ikki okkara

2019-06-02 23:01

“Min grundlov” sigur Pia Kjærsgaard í margháttligu heilsan síni til føroyskan ungdóm. Og rætt hevur hon. Tað er hennara grundlóg – ikki okkara.

Vit hava ment okkum so væl, og tað er so nógv kraft í okkara samfelag, at karmarnir, danir hava sett um okkum, eru vorðnir ov trongir. Okkara fámenta og fátæksliga land er komið fyri seg. Vit duga betur at fáa burtur úr okkara egna tilfeingi, og virkishugurin kennir eingi mørk.

Tí ætla vit okkum at fáa handilslig og politisk sambond við umheimin, sum eitt nútíðarligt samfelag krevur. Vit krevja einki meira enn onnur, bara at vit hava somu rættindi, sum allir aðrir norðurlendskir borgarar hava. Eitt virkisfrælsi, sum øll onnur taka sum givið, men sum vit ikki hava.

Men tað sleppa vit ikki. Tað vilja danir ikki.

Vit vilja umboða okkum sjálv, har tað hevur týdning úti í heimi.

Men tað sleppa vit ikki. Tað vilja danir ikki.

Ein staðiligur vilji í føroyska fólkinum er: Vit vilja hava okkara egnu grundlóg, tí tann danska hóskar ikki longur til ta virkiskraft, sum er í Føroyum.

Svarið úr Keypmannahavn er: NEI! Tað fáa tit ikki!

Tað kalla summi fyri felagsskap, sum grundaður er á sínámillum virðing. Onkrir politikarar kalla tað enntá fyri tað størsta frælsið, eitt menniskja kann droyma um.

Men øll, sum vilja vita, vita, at hetta er beinhørð imperialisma, sum fryntligir og fyrikomandi danir hava sum uppgávu at verja. Av reinum tilvildum nú fimm dagar fyri valið, síggja vit tveir teirra í sjónvarpinum – hvør dámligari enn annar – annar er blíðskortaði krúnprinsurin, hin tann joviali forsætisráðharrin.

Danir nýta ikki eingi ódámlig vápn, teir fremja sítt vald við fastari hond, vinalagi og við pengum. Og tað riggar fínt til eitt vist.

Tá ið vit vilja nakað stórt – og vit vilja allatíðin okkurt stórt nú – er fasta svarið: “Hetta er brot á grundlógina.”

Tá ið vit ætla okkum at broyta okkara egnu tilverukarmar í heiminum og rúmka okkum ræsurnar úti í heimi, renna vit okkum í eina grundlóg. Eina grundlóg!

Hvat annað land í heiminum er grundað á eina grundlóg, sum forðar fólkinum at virka?

Eru grundlógir ikki smíðaðar til júst at tryggja, at fólksins vilji kann verða framdur?

Tá ið grundlógin verður drigin fram sum grundgeving fyri, at vit ikki sleppa at virka, sum vit vilja, verður avdúkað, hvør ið hevur valdið.

Tá verður avdúkað, at felagsskapurin er bara á skæðuni og røkkur ikki inn í kjarnan í grundlógini, tí hon smíðað til at halda tvey onnur lond undir donskum veingjabreiði. Ella soleiðis verður hon tulkað í donsku forsætisráðstovuni.

“Felagskapurin” er grundaður á, at ein ræður og hini makka rætt. Broyta vit ikki tey viðurskiftini, fara okkara møguleikar at vaksa og mennast at treingjast, tí vit trívast ikki innan fyri hetta stikið. Her er ov trongt. Stikið varð sett upp fyri 70 árum síðan, og síðan tá er heimurin kollveltur fleiri ferðir. At Danmark varðveitir hetta stik um okkara virkisfrælsi, sømir seg ikki.

“Min grundlov” sigur Pia Kjærsgaard í løgnu heilsan síni til føroyskan ungdóm. Og rætt hevur hon. Tað er hennara grundlóg – ikki okkara. Hon vil eisini hava komandi ættarlið av føroyingum at kenna seg sum danir og ganga undir donsku grundlógina. Eg vænti, hon fer skeiv, tí samleikan hjá einum fólki kanst tú ikki spæla við.

Ein grundlóg skal tryggja, at vilji fólksins verður framdur - Sonevnda "okkara grundlóg", sum varð smoygd niður yvir okkum fyri 150 árum síðan, er gjørd til annað land enn okkara, og tað verður sjónskari fyri hvønn dag, ið líður. Tað fara ungir føroyingar ikki at lata sær lynda.

Tíðirnar eru broyttar so nógv, at dag og dagliga ásanna vit, at tá ið vit vilja fremja okkara egna vilja, er danska grundlógin ein politisk spennitroyggja, sum vit mugu spreingja burtur av okkum ongantíð ov skjótt.

Jonhard Mikkelsen