Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tað ber til at tryggja hestsfólki trygt samband

2021-10-25 22:54

Um hesa tíðina í 2013 høvdu vit ein av mongum borgarafundum úti í Hesti. Tað var 100% uppmøting til ein borgarafund í arbeiðstíð ein heilt vanligan hósdag.

Tá stóð onki til í Hesti. Fólkatalið var minkað niður í helvt eftir fáum árum, meðalaldurin nærkaðist pensjónsaldri, bert tríggir menn vóru eftir, sum róu út – tann eini var yvir 80. Náttina fyri fundin svóvu einans 13 fólk í oynni.

Ungmannafelagshúsið broytti navn til bygdarhúsið. Ovasta mál á skránni var at vaksa um kirkjugarðin, so pláss varð fyri teimum seinastu, ið skuldu stongja og sløkkja eftir sær í Hesti.

Men hóast bygdin stóð nærum manntóm, so var ikki eitt einasta hús til sølu. Fólk vitjaðu út vikuskiftini, til høgtíðirnar var nógv fólk og um summarið kókaði bygdin av fólki. Bygdin sjálv er eisini rættiliga innbjóðandi, rein og vøkur – fekk heiðurin sum best røkta bygd í 2012.

Síðan er samferðslan ikki batnað, heldur hinvegin.

Tá og síðan hava øll verið samd um, at tað sum krevst, er dagligt virksemi í oynni. Tey eru líkaglað, um fólk sova í Havn ella aðrastaðni, bara lív og virksemi er í bygdini um dagin. Tí er eitt summarhúsøki við kolonihavum so serliga vælkomið. Og ein hópur av øðrum hugskotum hava verið.

Felags fyri nærum øll hugskotini er trygt samband. Skulu fólk búgva ella vitja, skulu skúlar, dagsstovnar og privat feløg leggja skeiðvirksemi í oynni, og skal víðkað ferðavinna fáa nakað burturúr, so krevst trygt og støðugt samband.

Loysnin í Hesti eitur rætt og slætt ”tilkalling”. Tað merkir stutt og greitt, at til ber at fáa Teistan út, tá tørvur er á honum. Tað er púra vónleyst at koma úr oynni og aftur í oynna sama dag, um arbeiðast skal fulla tíð eitt nú í Havn.

Tí er tað so ómetaliga einfalt – skulu fólk fáast at búgva í oynni, so er trupuleikin stórt sæð loystur við eini tilkallingarskipan. Tórshavnar kommuna hevur óteljandi ferðir heitt á bæði SSL og landsstýrismannin í ferðslumálum um at finna loysnir.

Sum landsstýrismaður setti eg Jósup og Spógvan inn í siglingina eitt tíðarskeið, eftir at SSL tann 1. november í 2016 hevði skorið siglingina út í Hest við 38% og tikið morguntúrin úr oynni burtur. SSL steðgaði eisini hesi tænastuni.

Hestsfólk vilja sum er ikki sleppa Teistanum. Men tað sum vantar, er ein tilkallingarskipan, sum tryggjar flutningi úr oynni kl 07 á morgni og útaftur seinnapartin og um kvøldið. Hestsfólk skulu kunnu fara til arbeiðis í Havn – eisini á kvøldskúla, um tørvur er á tí.

Og eg er isamdur við teimum, sum halda, at Erla Kongsdóttir, sum liggur svínabundin norðanfyri, kundi verði roynd til endamálið, til vit finna eina varandi loysn eftir at tunnilin er komin.

Tí skal hetta vera ein áheitan á SSL og landsstýrismannin í samferðslumálum, um beinanvegin at gera eina roynd – ikki í tríggjar vikur - og so vísa á neyðarslig hagtøl sum grundgeving fyri at gevast aftur beinanvegin, men eina longri og trygga loysn, sum kann hava við sær, at nakað verður bygt upp.

Heðin Mortensen
borgarstjóri