Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað ber til at rætta mistøk

2020-10-09 20:47

Býarplanlegging hevur trong kor í Tórshavnar kommunu. Møguliga er orsøkin, at ótolnir politikarar ikki hava tíð til at fremja nakað langsiktað planleggingsarbeiði, men heldur vilja sleppa at seta síni fingramerki á ítøkiligar ætlanir. Avleiðingin av hesum er sum oftast, at stuttskygdar loysnir verða valdar, har avgerðirnar ofta tykjast verða tiknar við impulshandlingum. Tað besta dømið um slíkt er Karlamagnusarbreyt, eins og fleiri dømi eru um tilvildaligar staðsetingar av almennum búðstovnum. Langtíðarárinini av slíkum miseydnaðum politikki eru mong, og tað er altíð borgaran hetta gongur út yvir.

Viðurkenna politisk mistøk

Tað er ongin skomm at staðfesta, at mistøk eru framd í býarplanleggingini gjøgnum tey seinastu gott 20 árini. Upprunaliga var økið kring Karlamagnusarbreyt ætlað sum ein nýggjur miðbýur, har Karlamagnusarbreyt skuldi verða handilsgøtan. Hóast tað kanska var eitt sindur djarvt at planleggja ein nýggjan miðbý uppí tí vindharða hoyvíkshaganum, so bleiv hetta gjørt. Og tá íleggjararnir ikki streymaðu til, bleiv byggisamtyktin broytt, fyri at fáa gongd á byggingina. Í dag síggja øll, at hetta gjørdist til ein ruðuleika, har byggingin er so tøtt, at hvørki er pláss fyri parkeringsplássum ella gangandi ferðslu – og slett ikki fyri neyðsendarakførum. 

Í slíkum førum kann ein kann velja at leita eftir syndabukkum og royna at staðfesta ábyrgdina fyri tí sum hent er. Ella ein kann viðurkenna at mistøk eru hend, og royna at bjarga tí sum bjargast kann. Eg haldi tað seinna er skilabesta loysnin, og vil tí arbeiða fyir at finna tær best møguligu loysnirnar fyri økið við Karlamagnusarbreyt. Greitt er, at núverandi tilgongd má steðga skjótast gjørligt, og byggisamtyktin rullast aftur til tað hon var, áðrenn tær seinastu broytingarnar. Harnæst má kommunan keypa felagsøkini millum bygningarnar, ið sjálvsagt mugu verða eins stór sum tey vóru í upprunaligu ætlanini. Um tað ikki longur verður loyvt at byggja út í mark ella ov høgt, ber møguliga til at bjarga restini av økinum, sum enn ikki er bygt. Tað er møguligt ein slík loysn gongur onkrum spekulanti ov nær, men fyrimunurin fyri borgaran er eyðsæddur.

Tilvildin má burtur

Tíverri er tað ikki bara við Karlamagnusarbreyt, at avgerðir um staðseting av bygningum tykjast verða tiknar við impulshandlingum. Íbúgvararnar í Gortugøtu í Hoyvík fingu t.d. ein stóran bústovn við tilhoyrandi ferðslu trýstan niður í túnið. Og tað sama er ætlanin at gera úti á Argjum, har ein bústovnur skal leggjast við endan av eini útstykking, har vegurin frammanundan er smalur og parkeringsviðurskiftini ring. Men ein kommuna má ongantíð uppføra seg maktfullkomið mótvegis borgarunum, og sópa rímiligar og væl undirbygdar atfinningar frá borgarum av borðinum, og arrogant kalla tær fyri egoisma.

Tíverri er ov seint at gera nakað við støðuna við Gortrugøtu, men bústovnurin í Reynstúni kann framvegis flytast til eitt meira hóskandi stað. Hetta kundi verið til økið við rundkoyringina á Argjahamri, har kommunan frammanundan eigur eitt hóskandi lendi. Samstundis kundi økið við endan av Reynstúni verið skipað sum eitt lítið frílendi, við hóskandi gøtugerð, gróðurseting og uppihaldsøki. Hetta hevði komið væl við hjá íbúgvunum í Reynstúni, Reynsgøtu og undir Kongavarða, eins og teimum báðum dagstovnunum, sum liggja beint við. 

Sum oftast eru politiskar avgerðir tiknar í bestu meining. Men ein politikari kann eisini gera feilir, og hetta er eisini galdandi fyri býráðspolitikarar. Tað er ongantíð ov seint at hugsa seg um ella viðurkenna mistøk. Vón mín er tí, at býarplanleggingin í Tórshavnar kommunu gerst munandi betri í komandi valskeiði, og at borgarin merkir fyrimunin av hesum.